Tað regnar longu við gulli í svimjihylinum í Visby í Gotlandi.
Sára Nysted hevur vunnið gull í 100 metrar blandað og Óli Mortensen hevur vunnið gull í 400 metrar frí.
Sára Nysted kom á mál í 100 metrum blandað við tíðini 1:05.22. Nummar tvey var Gemma Atherley úr Jersey við tíðini 1:05.56.
Óli Mortensen kom á mál í 400 metrar frí við tíðini 3:53.21. Nummar tvey var Felix Gifford úr Hetlandi við tíðini 3:56.21.