Talv
Eftir at seinasti leikur varð fluttur í Argja skúla leygardagin, kundi staðfestast, at tvær gentur fyri fyrstu ferð høvdu vissað sær pláss í NM-kappingini, sum er at kalla eykavinningur, tá FM-kappingin er á skránni.
Hetta er ikki hent áður, og Sára Olsen skrivaði enntá søgu, tá hon sum fyrsta gentan nakrantíð vann FM-heitið – hetta í bólkinum U12. Herborg Hansen endaði, eftir lokna kapping, somuleiðis ovast, men ájøvn í stigum við Rógva Dragaberg. Umdystin vann Rógvi.
U20: Helgi vann trygt
Ikki óvæntað vann stórfavoritturin, Helgi Dam Ziska, elsta bólkin sannførandi. Stóri spenningurin var hinvegin um, hvør tryggjaði sær 2. plássið og harvið NM-luttøku. Her vann Jón Gregersen orrustuna ímóti Inga W. Joensen við 2,5 stigum ímóti 0,5 stigum. Jón Gregersen hevur áður roynt seg í NM høpi og spennandi verður hvussu tað fer at hilnast hesuferð. Serliga spennandi verður hvussu Helgi fer at standa seg í U20 bólkinum, sum hann hevur valt at luttaka í, hóast hann hevur aldur at luttaka í U16 bólkinum. Hendan bólkin vann Helgi í vár.
U16: Umdystur
Her stóð dysturin millum Herborg Hansen og Rógva Dragaberg, og talan skuldi verða um eina óvanliga spennandi kapping. Herborg og Rógvi endaðu jøvn á 1. plássi við seks av sjey møguligum stigum. Neyðugt varð við umdysti og her var Rógvi eirindaleysur og vann trygt 2-0. Greiðasta málið og ynski hjá Herborg var, á fyrsta sinni, at náa NM luttøkuna. Og tann setningin greiddi hon til fulnar !
U14: Hat-trick til Hjalta
Rógvi Egilstoft Nielsen og Hjalti Toftum Jógvansson hava javnan dystast, og hesa ferð varð einki undantak. Leygardagin var Hjalti, tá samanumkom, greiður FM vinnari. Eftir at hava tapt fyrra talvið ímóti Rógva - har støðan ikki var til tap - var Hjalti eirindaleysur í hinum 5 talvunum. Heiðrikkur Jacobsen sýntist í undankappingunum at fara at gera ein vørr í finaluni, men hvørki hann ella Rúni Vørmadal megnaðu at skala Rógva og Hjalta. Og fyri fimtu ferð á rað skulu teir báðir taka lut í NM.
U12: Sára skrivar søgu
Mest óvæntaða úrslitið í finaluni var, tá Sára T. Olsen, gjørdist FM vinnari í U12 bólkinum. Eisini tá hugsað verður um, at hetta er fyrsta FM finala hennara. Harvið skrivaði Sára eisini søgu, nú hon gjørdist fyrsti kvinnuligi FM vinnarin í talvi nakrantíð. Avbera flott avrik av ungu havnargentuni, sum hevði neyðuga yvirskotið, at vinna kappingina, tá harðast leikaði á, í avgerðandi talvinum ímóti Einari Gregersen úr Klaksvík. Johan Hentze royndist aftur hesuferð væl í finaluni og tryggjaði sær enn eina NM luttøku.
U10: Høgni í serflokki !
Hjá yngstu telvarunum sýndi Høgni Egilstoft Nielsen enn einaferð, at hann er so nógv tann stinnasti í sínum aldursbólki. Tá hann vann FM á fyrsta sinni, rakk hann nóg illa upp á borðið, sigst, og leygardagin vann hann fyri triðju ferð yngsta bólkin.
Heðin Gregersen úr Klaksvík er somuleiðis sera evnaríkur og vann trygt 2.plássið og verða tað hesir báðir sum umboða Føroyar í NM-kappingini.