DR hevur verið í Føroyum og gjørt sending saman við Søren Ryge. Sendingin er í tveimum pørtum, og fyrri partur liggur tøkur á heimasíðuni hjá DR nú.
Sendingin eitur "Søren Ryge: Musik på Færøerne". Í sendingini ferðast Søren Ryge til Føroya saman við virðislønta violinistinum, Rune Tondsgaard Sørensen, sum er hálvur føroyingur. Violinúrmælingurin hevur sínar tónleikamakkarar við sær, og Søren Ryge tekur teir allar við til Tjørnuvíkar. Í Tjørnuvík spæla teir tónleik á ymsum støðum í bygdini, sum er yndisbygdin hjá kenda sjónvarpsvertinum.
Søren Ryge er um nakar ein føroyavinur, og hann hevur eftir hondini nógv spor í Føroyum. Eyðkenda morreyða troyggja hansara, sum hann í sendingum sínum ofta er í, er føroysk, og hann fekk hesa einaferð, tá hann var í Føroyum í 1998.
Fyrri partur kann síggjast á heimasíðuni hjá DR. Seinni partur kemur mánadagin 2. august.