Søren Søgaard

Søren Søgaard ? sang og gittar

Danski gittarspælarin kom í summar til Føroya at búgva. Hann hevur áður búð í Føroyum og í nítiárunum ferðaðist hann javnan hendan vegin úr Danmark at spæla saman við Bergmonnum.

36 ára gamli Søren Søgaard spælir gittar og syngur, og tað hevur hann gjørt síðani ungdómstíðina. Hann læs religión og týskt á universitetinum í Århus, og tá plagdi hann at spæla nógv tónleik við síðuna av.

Síðani Søren Søgaard kom til Føroya at búgva aftur, hevur hann bæði spælt á konsertum og givið fløgu út. Hann skrivar sjálvur tónleikin hjá sær, sum lutvíst er blues-tónleikur.