Talsfólk hjá andstøðuni í Sýrialandi siga, at sýriskir stjórnarhermenn hava bumbað tveir býir har norðuri í landinum, eftir at menn, sum eru rýmdir úr herinum, høvdu søkt at stjórnarhermonnum.
Andstøðan sigur, at í minsta lagi átta fólk vórðu særd, tá stríðsvognar bumbaðu býirnar Tal Minnij og Maarshamsheh í gjár. Álopið var hevnd fyri, at fyrrverandi stjórnarhermenn høvdu søkt at einari legu hjá stjórnarherinum uttan fyri býin Maarat al-Numan.
ST metir, at meiri enn 3.500 fólk hava latið lív í sambandi við mótmælini í Sýrialandi ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta.