Sørvágs kommuna ger musikskúla

Gamli skúlin í Sørvági skal í framtíðini nýtast sum musikskúli. Hetta verður gjørt við at útbyggja gamla skúlan í bygdini

Um ein mánað skal stoypiarbeiðið, sum Erik Heinesen ger fyri Sørvágs kommunu vera liðugt. Tá verður klárt at fara í gongd við at gera musikskúlan í bygdini lidnan.

- Vit vóna, at arbeiðið verður liðugt í næsta mánaði, og so fáa vit at síggja, hvussu leingi tað verður, til skúlin er klárur. Mann tosar jú um kreppu og tílíkt, so tað er ikki endaliga greitt, nær mann kann fara inn í skúlan, men tað verður gott, tá skúlin verður liðugur, tí tá verða knappir 300 fermetrar til musikskúlan, greiðir Sune Jacobsen, borgastjóri, frá.