Sørvingar góða byrjan

Flogbóltskappingin í Eikliguni hjá bæði kvinnum og monnum byrjaði um vikuskiftið, og har fingu bæði kvinnu- og mansliðið hjá SÍ góða byrjan, umframt at kvinnurnar hjá Fleyr og menninir hjá Mjølnir vunnu

FLOGBÓLTUR

Fyri viku síðani byrjaði flogbóltsárið við Fleyrkappingini, sum í mong ár hevur verið startskotið, og har gjørdust tað kvinnurnar hjá Fleyr og menninir hjá SÍ, ið vunnu. Um vikuskiftið var tað so landskappingin, ið fór í gongd við tveimum dystum hjá kvinnum og tveimum hjá monnum í Eikliguni.
Leygardagin vitjaðu sørvingar fuglfirðingar í høllini á Kambsdali, og bæði hjá kvinnum og monnum vóru tað gestirnir, ið fóru avstað við øllum. Í báðum førum vann SÍ 3-0 á ÍF, og sostatt hava tey í Sørvági fingið best hugsandi byrjanina hetta kappingarárið.
Kvinnurnar vunnu greipuna í fjør, og tær hava tískil nógv at verja, meðan menninir eftir eitt ár, tá teir gjørdust nummar tvey í bæði lands- og steypakappingini, vilja vísa, at teir megna meira enn so. Tá er ikki so galið at vinna sannførandi sigur á greipuvinnarunum úr Fuglafirði.

Drúgvur dystur
Fleyr og Dráttur vóru tvey av liðunum, ið vóru við í heiðursmerkjakappingini hjá kvinnunum til tað síðsta í fjør, og tá tey hittust í Gundadalshøllini leygardagin, livdu tey eisini upp til spenningin, ið væntast kundi. Tá avtornaði, gjørdist tað ein fimmsettari, sum Fleyr vann 3-2.
Tað sá annars út, sum Fleyr skuldi stinga av við tí heila beinanvegin, tí eftir tvey sett stóð 2-0. Men so svaraði Dráttur aftur og vann triðja sett og fjórða sett. Serliga tað triðja gjørdist drúgt og spennandi, og tað endaði 29-27. Men í fimta setti kom Fleyr fyri seg aftur og vann sannførandi.
Fjórði dysturin var sunnudagin, tá menninir hjá Mjølnir tóku ímóti Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík. Mjølnir vann trygt fyrsta sett, men Fleyr svaraði væl aftur í øðrum setti, áðrenn Mjølnir kom afturíaftur og vann tey bæði næstu og dystin 3-1.
Fimti dysturin skuldi verið leygardagin í Kollafirði millum kvinnuliðini hjá KÍF og TB, men hann var útsettur.
Annað umfar í landskappingini verður um eina viku. Tá eru kvinnudystirnir SÍ-Fleyr, Mjølnir-ÍF og Dráttur-KÍF. Hjá monnunum spæla ÍF og Mjølnir leygardagin og SÍ og Fleyr sunnudagin.