SÍ-Fram 2-1
(21-15, 21-17,
18-21, 13-21, 11-15)
Tað gekk heldur ikki hesaferð hjá SÍ.
Seinasta vikuskiftið spældu teir móti Mjølni og taptu 2-1 í einum rættiliga spennandi dysti og hetta vikuskiftið spældu teir móti Fram, sum teir hava kappast við um annað plássi.
Og enn einaferð varð úrslitið, at SÍ fór av vøllinum sum tapandi liðið, og gongdin var á leið tann sama, sum hon var ímóti Mjølni.
Byrjaðu best
endaðu verst
Tað var heimaliðið sum var fyrst at fóta sær í dystinum.
Teir fingu gongd á spælið og serliga var tað Jón Nielsen, sum er ein av teimum berandi, sum gjørdi sína skyldu, men smátt um smátt, fekk Fram rættað spæl sítt eftir sørvingum, og tað gjørdist alt torførari hjá SÍ at vinna.
Kortini megnaðu teir at hála fyrra hálvleik til høldar, men so var eisini liðugt.
Fram tók yvir leiðsluna í dystinum og tað sum SÍ hevði vunnið í fyrra hálvleiki taptu teir í seinna.
Kortini var triðja sett rættuliga javnt eins og annað var tað. Munurin var bara, at hesaferð var tað Fram sum hevði munin.
Fjórða sett vunnu teir rættuliga greitt, og so var neyðugt við einum javnbrótara fyri at avgera dystin og tann javnbrótaran vann Fram.
Úrslitið varð 15-11, og tað var ikki so illa farið av Fram, tí teir vóru aftanfyri einu løtuna.
Fóru Framum
Við sigrinum í Sørvági sunnudagin tryggjaði Fram sær at teir einsamallir eru á øðrum plássi frammanfyri SÍ og Mjølnir.
Hjá sørvingum er tað sjálvsagt keðiligt at missa stevið tá ein er komin so langt upp, men dreingirnir skulu ikki missa mótið fyri tað.
Teir hava framtíðina fyri sær, og við úrslitunum í seinastuni hava teir víst, at tað ikki nýtist vera so leingi til rættulig gongd kemur á, og at teir fara at klára at halda fast í tey »dýraru« plássini í landskappingini.
Tað krevur kanska nakrar broytingar, men mest av øllum krevur tað mót og vilja. Sørvingar hava víst at teir hava tað, um enn tað hevur kiksað ruddiliga í onkrum dysti.