Sørvingar smurdir av í Havnini

Flogbóltur, menn: SÍ var púra fyri ongum í dystinum móti Fram

Tá SÍ tók ímóti Mjølnir leygardagin, stóð einki til í Sørvági. Og var tað møguligt, so gekst enn verri sunnudagin tá sørvingarnir vóru í Havn og spældu móti Fram.

Til dystin móti Fram høvdu teir aftur komandi landstýrismannin í fiskivinnumálum á liðnum og tað eigur at hjálpa. Ikki tí at hann er komandi landsstýrismaður, men tí hann hevur drúgvar royndir sum flogbóltsleikari.

Men tað hjálpti kortini ikki nóg mikið. Fram var omaná allan dystin og vunnu ein sera tryggan 3-0 sigur. Settúrslitini vóru 15-3, 15-10 og 15-4 og tað sigur so mikið sum at tað ongantíð var nakar ivi um, at tað var Fram sum var omaná í hesum dystinum.

Eins og í dystinum móti Mjølnir leygardagin vóru tað servimóttøkurnar, sum sviku SÍ sunnudagin og eru móttøkurnar svikaligar, so verður álopsspælið tað eisini.

Leikararnir á SÍ-liðnum eru, allir uttan Jørgin Niclasen, ungir og óroyndir og teir hava trupult at klára seg í mótgongd. Spurnartekin má eisini setast við móttøkuuppstilling teirra tí tað vísir seg at vera trupult hjá eitt nú Jón Nielsen at fáa móttøkuspælið at skikka sær sum tað eigur. Tað er synd, tí Jón Nielsen er so nógv tann besti álopsspælarin SÍ eigur og tá móttøkan svíkur hjá honum gongur tað út yvir álopsspælið eisini.

Fram hevur hinvegin neyðugu royndirnar og teir hava verið í oddinum í føroyskum flogbólti í fleiri ár nú. Tað gevur tað neyðuga »psykiska« yvirskotið og spælið verður hareftir eisini. Størri breidd og nógv effektivari.

Dysturin á Eysturskúlanum sunnudagin háttaði sær eisini, sum væntað við tað at Fram var omaná allan vegin gjøgnum dystin. Tað var bert í øðrum setti, at SÍ gav eitt sindur av mótstøðu, annars var lítið um teir.

Við sigrinum sunnudagin liggur Fram væl fyri til at taka yvir annað plássi, sum Fleyr annars hevur havt higartil. Men fyri at kunna gera tað er neyðugt, at Fram vinnur dystin móti ÍF, sum verður spældur á Kambsdali komandi leygardagin klokkan 15.00. Og tað er ikki ómøguligt, sum seinastu dystirnir í kappingini hava lagað seg.

Fram vann á Fleyr og á Mjølni og bæði hesi seinnu liðini hava givið ÍF skarpan gangin innanfyri heilt stutta tíð. Um tað so er nóg mikið til at Fram skal fáa bilbukt við ÍF fáa vit at síggja.