So lat koyribreytin á Skarðshjalla endiliga upp. Fríggjadagin sluppu tey fyrstu at koyra á breytini og alt vikuskiftið hevur verið opið upp á koyribreytini hjá Sús á Skarðshjalla.
Síðani februar hava eini 10 mans arbeitt við at rudda, hampa um, asfaltera, seta upp og annars gera økið til reiðar. Fyri tveimum mánaðum síðani var asfalterað og nú var loksins klárt. Nýggja koyribreytin er 5.000 fermetrar til støddar.
- Á økinum lógu fleiri av gomlu setrunum frá Tórsvølli. Vit máttu hava ein garð rundan um breytina, so tað var upplagt at seta hesi elementini við setrum upp. So vit hava pláss til nógvar áskoðarar, hóast eg ikki vænti, at tað vera so nógvir, tá kapping er, sigur Agnar Dahl, sum er maðurin handan Sús.
- Á ólavsøku eru tvey ár síðani eg av álvara fór undir fyrireikingarnar til hesa breytina. Tað gekk striltið at byrja við, men í februar fekk eg loyvi frá býráðnum at nýta hetta økið og síðani hevur arbeiðið gingið væl, sigur hann.
Seinastu árini hevur einki slíkt tilboð verið í høvuðsstaðarøkinum. Fyri mongum árum síðani var ein breyt í Lambi, meðan tað eisini hevur verið gjørligt í Leirvík. Sús hevur eisini bjóðað fólki at koyra go-kart í samband við stevnur, so sum á ólavsøku. Og ikki minst, so hevur Sús skipað fyri eini Føroyameistarakapping eisini. Hendan hevur verið á økinum hjá Føroya Tele.
- Tað økið hevur roynst okkum væl, hevur uttan iva verið tað besta til slíkt virksemi í Føroyum, men hendan breytin er nakað heilt annað. sigur Agnar Dahl.
- Árliga kappingin hevur verið væl umtókt, men av tí at vit einans kunnu koyra einaferð um árið, er avmarkað, hvussu høgt støðið er. Eg ivist ikki í, at støðið fer at hækka nógv, nú fólk fáa møguleikan at koyra alt árið, sigur hann.
- Fólk, sum fáast við motorítrótt, hava heilt víst saknað eina slíka breyt.
Koyribreytin verður væntandi nýtt til go-kart koyring fyrst og fremst, men eisini er ætlanin at nýta hana til motorsúkklukoyring. Til tess má banin kortini broytast eitt sindur.
- Tær venda ikki so væl sum bilarnir, so vit mugu hava ein annan bana til teirra. Men møguleikarnir eru nógvir, sigur Agnar Dahl.
Breytin kann eisini nýtast til annað virksemi, vísir hann á.
- Vit hava jú onga aðra koyribreyt í Føroyum, so fólk, sum skulu taka koyrikort til prutl ella motorsúkklu hava í veruleikanum einki stað at royna seg, fyrr enn tey koma út á vegin. Tí kundi eitt samstarv verið gjørt við koyrilærararnar um frálæru her uppi, sigur Agnar Dahl.
Tað hevur verið ein tungur burður at fáa koyribreytina upp at standa. Agnar Dahl sigur, at tað var longu í fólkaskúlanum, at hann byrja at hugsa tankan. Fyrsta veruliga royndin at fáa nakað á føtur var tó ikki fyrr enn í 2000.
- Tað vísti seg tó at vera ógjørligt. Mótstøðan var alt ov stór. Kommunan, friðingarmyndugleikar og aðrir loyvishavarar vóru ikki við upp á tað, og tí lat tað seg ikki gera, sigur hann.
Áhugin fyri koyribreytini er stórur, og tað sæst á stóra uppmerkseminum, sum upplatingin hevur fingið á Facebook.
- Hóskvøldið skrivaði eg á Facebook, at vit fóru at lata upp og longu áðrenn songartíð vóru boðini deild heilt ofta og nógv fólk høvdu dámað innleggið og frámerkt onnur. Fleiri settu seg í samband við meg beinanvegin og longu nú eru nógv, ið hava bílagt tímar tey bæði komandi vikuskiftini, sigur hann.