Súsanna stríddi seg til silvur

- Eg datt á tí eina pettinum á rutuni, men eg fekk hála meg inn aftur á tær, sum vóru frammanfyri, sigur Súsanna Skylv Sørensen, sum vann silvur í rennikapping í gjár

Mitt í kappingini á 10.000 metrum var líkt til, at unga Bjørk Herup Olsen fór at vinna kappingina, meðan Súsanna Skylv Sørensen fór at enda aftanfyri heiðursmerkjaplássini.

Men eftir einari lítlari løtu móti endanum av kappingini var alt vent á høvdið. Bjørk Herup Olsen, sum tók ein stóran kjans, tá hon setti ferðina upp og rann frá hinum, mátti slaka aftur og at enda gavst honum.

Súsanna Skylv Sørensen hevði orku eftir, og seinastu umførini rann hon seg fram millum tær fremstu. Rennarin av Guersney, sum hevði bestu tilmeldingartíðina, helt seg nakarar metrar frammanfyri Súsonnu allatíðnia, men Súsanna fór fram við bragdliga rennaranum av Hebridunum, sum hevði ligið á odda fyrr í kappingini.

 

Fór eftir heiðursmerki

Súsanna Skylv Sørensen var væl nøgd við avrikið hjá sær í kappingini.

- Hetta var fantastiskt, tað gekk super gott, so eg eri væl nøgd. Eg datt á tí eina pettinum á rutuni, men eg fekk hála meg inn aftur á tær, sum vóru frammanfyri.

Miðskeiðis í kappingini hildu vit, at tú vart dragnað nakað og ikki fórt at vinna fram aftur, men soleiðis var tað ikki?

- Nei, tær settu ferðina eitt sindur upp eina løtu, men tær kláraðu ikki at halda ferðini, og so kláraði eg at taka meg inn á tær aftur, og so rann eg meg inn á annað pláss.

Hvat stílaði tú eftir fyri kappingina?

- Eg stílaði eftir einum heiðursmerki, og eg æltaði mær gullið, men eg visti ikki, hvussu hinar runnu, og tí var tað ikki sannlíkt, at eg skuldi vinna gull. So eg legði meg eftir feltinum og vildi vita, hvat eg megnaði, og eg gjørdist nummar 2, og tað var ordiliga gott.

 

 

 

 

(at koyra í kassa)

 

RÚNI SELOY

15 ára gamli Rúni Seloy gjørdi av álvara um seg í innleðandi renningini á 800 metrum.

Rúni leyp avstað, tá ið startskotið ljóðaði, og teir rennararnir, sum høvdu roknað við einari róligari og taktisktari kapping, kundu hugsa umaftur, tí Rúni legði trýst á hinar rennararnar við at strúka avstað.

Og Rúni helt alla vegin á mál. Sterkasti rennarin í hesum innleiðandi umfarinum var ein rennari av Guersney, og hann fótaði sær so frætt, at hann fekk runnið fram um Rúna Seloy á seinasta teininum.

Rúni Seloy endaði sum nummar 2 og er harvið komin í finaluna í kappingini á 800 metrum, sum verður í kvøld klokkan 18.30.

 

 

 

 

 

Fakta

 

Renning - 10.000 metrar

1. Louise Perrio Guernsey 37.53,45

2. Súsanna Skylv Sørensen Føroyar 37.59,33

3. Alison Mary Campbell Suðuroyggjar 38.02,30

Renning – 800 metrar innleiðandi

Rúni Seloy rann seg í finaluna við tíðini 1.57,95

Jóan Karl Joensen rann í tíðini 2.00,44, men kom ikki í finaluna

 

Renning – 400 metrar innleiðandi

Rebekka Fuglø rann í tíðini 1.04,24, men kom ikki í finaluna