ÍF b-SÍ 1-3
(13-15, 13-15, 15-10, 14-16)
Tað er lítið hugaligt, at liggja og rótað í botninum, eftir at verða fluttur upp úr lægri deild. Og tað gerst bara upp aftur verri tá ein veit, at liðið saktans kudni vunnið á fleiri av hinum liðunum, um leikt var við sterkastu uppstilling alla tíðina.
Men tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar, verður tikið til, og tað mugu sørvingar sanna kanska meiri enn nakað annað lið í ár.
Tað hevur gingið teimum serstakliga illa í hond í ár. Ein sigur; hann var móti ÍF b og ofta er liðið møtt til dyst í so stórum mótloysi, at dysturin er taptur frammanundan. Soleiðis nýtist tað ikki at verða, tí evnini eru har.
Eftir jólasteðgin fingu sørvingar tveir nýggjar leikarar, sum tó báðir hava spælt fyrr. Høvrgin teirra hevði tó spælt stórvegis í ár, so tað tók sína tíð at fáa teir »búgvnar til leik«, so at siga.
Men tað skal sigast, at síðan teir báðir og kanska serliga Finn Hansen, kom aftur á liðið, er spælið vorðið nógv betri. Breiddin verður nógv størri og álopini nógv vandamiklari. Gott er at avlastað ungu menninnar, sum Jón Falkvard og Jón Nielsen, sum hevur havt hug til at bera tyngri byrðu enn sinnið hevur klára.
Enn einaferð ÍF b
Skuldi nakar sum helst møguleiki verða hjá sørvingum í tí sum eftir er av kappingarárinum, so var alneyðugt, at teir vunnu dystin móti ÍF b í Kambsdali. Undan dystinum var støðan tann, at SÍ bert hevði eittans stig, meðan ÍF b hevði fýra stig. Hetta merkir í stuttum, at sørvingar skulu vinna ein dyst á onkrum av liðunum omanfyri ÍF b, men hví skuldi tað ikki verið møguligt hjá sørvingum eins og tað var tá ÍF b vann á Fram fyri jól.
Og úrslitið var júst at SÍ vann dystin. Úrslitið var 3-1 til sørvingar og settúrslitini vóru 15-13, 15-13, 10-15 og 16-14 í partin hjá sørvingum.
Tað skilst á brøgdum, at tað júst var samansetingin av en tað eru fimm dystir eftir enn og tað er eingin sum sigur, at SÍ ikki kann vinna ein dyst móti onkrum av liðunum sum er omanfyri ÍF b. Teir hava evnini, men hava higartil ikki havt tað neyðuga hepnið til at vinna røttu dystirnar.
Tað er eingin loyna, at tað hevði verið serstakliga gott fyri føroyskan flogbólt um SÍ megnaði at halda seg upp í meistaradeildini, tí tað er brúk fyri einum vágaliðið í meistaradeildini hjá monnum eisini.
Og skal ungdómsflogbóltinum í Sørvági verða unt so góð kor sum møguligt, so er eisini neyðugt við einum liðið í meistaradeildini, tí tá hava unglingarnir nakrar spælarar at síggja upp til.