Flogbóltur: Beint eftir dystin fingu vit orðið á tveir mans, ið vóru hvør fegnari enn annar. Jákup á Stongum er vælsaktans tað, vit kunnu rópa Mister SÍ, og Suni Jacobsen er borgarstjóri í Sørvági, men hevur eisini verið nógv við í flogbóltinum.
– Hetta er nokk so stuttligt, tí eg minnist, at tí 2003 ella 2004, tá Raiko og teir komu, so segði eg við Suna, at vit um fýra ár skuldu upp í meistaradeildina við kvinnunum, og so um fýra ár skuldu vit vinna hana, segði Jákup á Stongum.
– Ja, eg minnist hatta. Vit vóru eitt sindur ivasamir, tá Raiko og Borko komu, men samstundis vóru vit vóru sannførd um, at teir skuldu lyfta nakað meira, leggur Suni Jacobsen aftrat.
Jákup sigur, at umráðandi var hjá SÍ tá, at ikki bara skuldi venjari fáast til menninar, men eisini til kvinnurnar, og nú kann SÍ heysta fruktirnar av tí.
– Raiko kom at læra kvinnurnar at spæla flogbólt. Tá vóru tær í 2. deild, haldi eg, og tær dugdu yvirhøvur ikki at spæla flogbólt. Men nú er annað lagið, sigur Jákup, sum ikki hevði væntað, at triðja FM-finalan hjá SÍ skuldi verða avgjørd við trimum settum, hóast hann hevði roknað við sigrinum.
– Nei, eg skal ikki siga, at eg hevði roknað við, at vit fóru at vinna 3-0. Men síðsta sunnudag vóru einir tríggir mans, sum vóru sera móðir, og tað væntaði eg, at vit fingu upp á pláss til í dag. Hetta var allíkavæl ein tættur dystur, har bæði tey fyrstu settini kundu farið báðar vegir. Og tað var stuttligt at síggja tað psykologiska í tí, at í triðja setti vildu SÍ-menninir bara vinna her og nú, fyri at fáa tað yvirstaðið, sigur Jákup á Stongum.
– Ja, eg má viðganga, at eg hevði roknað við einum fimmsettara í dag, men okkara spældu nógv betri. Hetta er ein fantastisk kensla, tí hetta hevur jú verið so strævið við trimum dystum, sigur Súni, ið serliga hevur hug at nevna Emil Mikkelsen, sum er ein av teimum yngru spælarunum á liðnum:
– Tað var ótrúligt at síggja ein spælara sum Emil, sigur hann, samstundis sum Jákup supplerar og nevnir Kára Mikkelsen, sum kom inn fyri Raiko í fyrsta setti og broytti tað heila: – Kári spældi sín besta dyst í dag, og Emil suverenur í triðja setti, sigur Jákup.