Síðsta hondin løgd á fyrireikingarnar

U-16 landsliðið skal í komandi viku taka lut í norðurlendsku meistarakappingini, sum verður í Onglandi

Í vikuskiftinum vóru átjan dreingir, sum kunnu roknast at teljast millum teirra, ið fyrsta tíggju ára skeiðið í komandi øldini fara at mynda bestu føroysku fótbóltsdeildina, á Svangaskarði. Teir hildu til í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Runavík, og teir vandu á Svangaskarði ? akkurát sum landsliðið hjá Allani Simonsen plagar at gera ? og ivaleyst fara fleiri av hesum dreingjunum um nøkur ár at smakka a-landsliðsfótbólt. Tað verður í hvussu so er gjørt nógv fyri at geva teimum royndirnar, sum eru so týdningarmiklar í altjóða fótbólti.

Komandi vikuskifti fara teir av landinum at taka lut í NM kappingini. Í fjør var kappingin í Føroyum. Tá spældu føroyingar fýra dystir á ovara vølli í Gundadali. Teir taptu allar ferðirnar, og tað er sjálvandi ongantíð hugaligt at tapa, sjálvt um ósigrarnir ta ferðina vóru væl minni, enn teir so ofta hava verið áður.

Meiri hugaligt var tað, at norski venjarin, sum hevði verið við í mong ár, í Ítróttarsosialinum staðfesti, at einki av hinum liðunum í níti árunum hevði uppá seg havt so stóra leikliga framgongd, sum føroyska liðið hevði havt.

Í ár verður kappingin í Onglandi. Tað ljóðar undarligt, at NM skal vera í Onglandi, og tað hevur áður verið hildið fast um, at kappingin ikki skuldi fara út um Norðurlond. Ongland hevur verið fastur fúsur í kappingini í mong ár, og nú er so gjørt av, at hesa ferð skal Ongland vera vertur. Kappingin verður í Miðonglandi á sama staði, har U-18 kvinnurnar kappaðust í fjør.


Royndirnar

Meiri enn helmingurin av teimum átjan spælarunum, sum nú skulu umboða Føroyar, vóru við í kappingini í fjør. Tað vil siga, at teir vita, hvat tað snýr seg um, og kunnu fyrireika hina lítlu helvtina av spælarunum uppá, hvussu nógv tað krevst av spælarum, ið skulu royna seg móti liðum, sum ? sæð við føroyskum eygum ? umboða fótbóltstjóðir, ið eru stórar.

Í nógv ár hevur Jógvan Martin Olsen verið venjari hjá U-16 landsliðnum. Í ár hevur hann yvirumsjón við øllum teimum yngru landsliðunum og Mathias Davidsen í Runavík er venjari hjá U-16 dreingjunum.

Hann hevur úttikið átjan manna hópin, sum komandi vikuskifti fer avstað. Spælararnir eru Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, Kristian á Lakjuni og Atli Danielsen úr KÍ, Vagnur Mohr Mortensen, Jón Rói Jacobsen og Rani D. Christiansen úr HB, Gilli Haraldsen, Hjørring, Sámal J. Samuelsen, EB/Streymur, Sólbjørn Olsen og Poul Næs Joensen úr B36, Fróði Jóanesarson, Áki M. L. Hansen og John Andersen úr NSÍ, Jann Ingi Petersen úr B68, Arnhold Berg, Skála, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar og Dánjal Pauli Danielsen, Farum.

Komandi mánadag skal Føroyar spæla móti Noreg, týsdagin er Danmark á skránni, og hósdagin verður síðsti dysturin í innleiðandi umfarinum spældur móti Finnlandi. Leygardagin verður spælt um plaseringarnar.

Í hinum bólkinum eru Ísland, Svøríki, Ongland og Qatar, sum Ongland hevur bjóðað við sum áttanda og síðsta landið.

Umframt stóra stríðið á vøllinum so sleppa føroysku spælararnir at hyggja seg eitt sindur um í Onglandi. Mest áhugaverda ferðin verður ivaleyst tann til Old Trafford, har spælararnir fara at síggja savnið hjá Manchester United, og hvør veit ? kanska fara teir at renna seg í onkran, sum teir kenna aftur frá stórskíggjanum!