Síðsti jólaposturin kemur út í dag og mánadagin

Posta hevur úr at gera í hesum døgum, nú hópin av jólapakkum, jólaheilsanum og øðrum posti er at bera út. Síðsti jólaposturin verður borin út í dag og mánadagin

– Vit bera jólapostin út í dag og mánadagin. Tað, sum er komið inn til okkara seint seinnapartin í dag, verður borið út mánadagin. Tað, sum kemur seinni, kemur ikki út fyrr enn eftir jól, sigur Janus Rasmussen, útberingarleiðari hjá Posta.

Fyri at gera tað enn neyvari, sigur hann, at tað, sum er komið inn á deildirnar hjá Posta kring landið í dag, og sum er komið í postkassarnar hjá Posta, áðrenn teir verða tømdir seinnapartin, og tað, sum kemur við flogførunum í kvøld, verður borið út mánadagin.

– Vit bera út kring alt landið mánadagin. Um veðrið ikki órógvar, so skuldi alt komið út mánadagin, sigur Janus Rasmussen.

Um fólk ikki eru inni, tá ið jólapakkar verða bornir út, so fáa fólk fráboðan um tað, og tey kunnu avheinta pakkarnar á Posta.

Typiskt jólaligt

Útberingarleiðarin sigur, at tað aftur í ár hevur verið nógv at gera hjá postfólkunum nú upp undir jól.

– Seinastu tvær vikurnar hevur verið rættiliga nógvur postur. Tað eru nógvir jólapakkar, men tað eru eisini  virkir, stovnar, felagsskapir og onnur, ið senda jólaheilsur til teirra viðskiftafólk, sigur Janus Rasmussen.

Hann hevur ikki nøkur hagtøl fyri jólapostin, til dømis um tað er meira ella minni jólapostur í ár í mun til undanfarin ár.

– Tað er nøkulunda sum tað plagar at vera. Eg veit ikki, um tað er meira ella minni av posti. Men hetta er typiskt jólaligt, sigur Janus Rasmussen.

Millum jóla og nýggjárs verður postur bara borin út ein dag, nevniliga 30. desember.  27. desember verður bara neyðsynjarpostur borin út.