Eftir at fokus hevur verið á landsliðnum, er heimliga kappingin aftur á skránni.
Fyri síðstu ferð í ár verður tað seinnapartin fórbóltur sunnudag.
26. og næstsíðsta umfar tørnar fyri. Punktum verður sett leygardagin, tá ið 27. umfar verður.
Stóri spurningurin, sum framvegis ikki er svaraður, er, hvussu tað verður við niðurflytingini.
AB er aftast og 07 Vestur er næstaftast. Eitt stig eru millum liðini, sum bæði eiga heimavøll ídag.
Úrslitini í næstbestu deildini í gjár bera við sær, at tað framvegis sær út til, at tað bara verður ÍF, sum fer at flyta upp, og at tað tí bara verður eitt lið, sum fer at flyta niður úr bestu deildini.
KÍ – Suðringar: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Víkingur – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
07 Vestur – EB/Streymur: Alex Troleis kl. 15.00
B36 – HB: Petur Reinert kl. 15.00
AB – Skála: Lars Müller kl. 15.00
HB | 25 | 22 | 1 | 2 | 53 | 16 | 67 |
B36 | 25 | 15 | 5 | 5 | 52 | 29 | 50 |
NSÍ | 25 | 15 | 4 | 6 | 58 | 23 | 49 |
KÍ | 25 | 15 | 3 | 7 | 44 | 22 | 48 |
Víkingur | 25 | 11 | 6 | 8 | 38 | 32 | 39 |
Skála | 25 | 7 | 5 | 13 | 26 | 34 | 26 |
Suðringar | 25 | 7 | 4 | 14 | 25 | 39 | 25 |
EB/Streymur | 25 | 4 | 8 | 13 | 27 | 48 | 20 |
07 Vestur | 25 | 5 | 1 | 19 | 27 | 67 | 16 |
AB | 25 | 4 | 3 | 18 | 12 | 51 | 15 |