Elspa Mørkøre svam ikki sína bestu tíð, tá hon kom á mál við tíðini 0.59,81 á 100 metra frí. Hetta er 27/100 sekund verri enn tilmeldingartíðin hjá Elspu, men kortini var hetta nóg mikið til eitt sætta pláss í Stockholm. Eins og hjá Pál Joensen, so er venjingin tó ikki løgd eftir at toppa júst nú, men er kappingin fyrst og fremst liður í fyrireikingunum til EM, sum verður í Kroatia í desember mánaði.