Fyrrapartin í gjár savnaðust sáttmálasettu lærararnir, sum hava verið í arbeiðssteðgi í einar 14 dagar, í Lærraskúlahøllini. Úr øllum landinum komu verkfallsraktir lærarar á fund.
Sum skilst, so er ein samstarvsbólkur, ið tekur sær av ymsum tiltøkum í samband við arbeiðssteðgin.
Fundurin í høllini var fyri afturlatnum hurðum.
Klokkan 12:30 fóru sáttmálasettu lærararnir mótmælisgongu. Fyrst gekk leiðin niðan í Undirvísingar- og Mentamálastýrið, har fylgið handaði Signari á Brúnni, landsstýrismanni, skriv, har tey settu honum spurningar.
Eftir hetta gekk leiðin út í Tinganes, har varaløgmaður fekk skriv.
Eingin endi á
Tað tykist ikki, sum nøkur loysn er at hóma í ósemjuni millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag.
Signar á Brúnni og fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen hava gjørt av at lata embætisfólk síni í felag royna at finna fram til, hvat kann føra til eina loysn í málinum. Men enn er einki ítøkiligt at frætta frá hesum.
Semingsmenn við aftur
Tað skilst, at semingsmenninir eru farnir í gongd aftur og hava verið í samband við Føroya Lærarafelag. Møguliga kemur Undirvísingar- og Mentamálastýrið uppí samráðingarnar.
Skúlastjórar og lærarar annars hava heitt á Signar á Brúnni um at finna eina loysn. Hann hevur víst á, at hann vónar eina loysn, men at samráðingarnar eru millum felagið og Fíggjarmálastýrið, og at málið ikki liggur í hansara hondum.
Men møguliga spyrst okkurt burturúr royndunm hjá embætisfólkunum úr teimum báðum stýrunum og hjá semingsmonnum at finna eina loysn, so lærarar og børn kunnu taka upp aftur vanligu tímatalvuna.