Í gjár fylti miðverjin og liðformaðurin hjá EB/Streymi, Andras Ó. Olsen, 25 ár. Eingin ivi var um, hvør besta føðingardagsgávan var, sum hann kundi ynskja sær.
-Eg ynski mær trý stig ímóti TB í føðingardagsgávu, segði liðformaðurin hjá EB/Streymi.
Og liðformaðurin og EB/Streymur vunnu trý stig við Margáir ídag. EB/Streymur vann 3-2, og sigursmálið varð skorað, tá ið tað restaðu tveir minuttir. Sigursmálið skoraði Símun Sólheim, sum síðani hann undan kappingarbyrjan í ár flutti úr HB og til EB/Streym, hevur ment seg at vera týdningarmiklan spælara.
-TB legði nógv bragdligari fyri enn vit, og gestirnir vóru leikliga omaná fyrsta hálva tíman, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.
TB vann úrtøku úr yvirvágini, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Málskútti var Mark Kongstedt, sum hevur skorað tvey mál, síðani hann í summar flutti til TB. Í dag var hann fyri níggjundu ferð á TB liðnum.
Tíggju minuttir undan steðginum javnaði Petur Zachariasen til 1-1, og í minuttinum undan steðginum legði Bárður Olsen EB/Streym á odda 2-1 við rimmar frísparki úr 19 metrum.
Samudeen Musah javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Hann hevur spælt 22 dystir fyri TB í ár, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum málskjúttarnar.
Og so var tað, at Símun Sólheim fram ímóti dystarenda skoraði sigursmálið, sum ber við sær, at EB/Streymur nú hevur 23 stig og liggur undir liðini á ÍF, sum er á fimta plássi.
-Leikliga avrikið í dag átti at havt borið stig við sær. Men sum so ofta fyrr í ár, so var tað ikki samband millum avrik og úrtøku. Støðutalvan sigur, at málmunurin hjá okkum er -19, meðan hann hjá AB er -53, hjá Skála er -49 og hjá EB/Streymi er -35. Stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki hava skorað nóg nógv mál, og soleiðis var tað eisini ídag, sigur Poul Ingason hjá TB.