Søtur sigur í Sundalagnum

Eftir fimm tap á rað gjørdist EB/Streymur aftur sigursharri, tá teir vunnu rímiliga sannførandi á nærmastu kappingarneytunum úr NSÍ

Tað leikaði annars javnt á allan fyrra hálvleik. Og skuldi tað koppa nakran vegin, so skuldi tað verið til NSÍ. Hesir máttu tvær ferðir síggja Arnbjørn Hansen rudda burtur á málstrikuni, umframt at NSÍ eisini hevði aðrar hampiligar møguleikar.

Tað hevði EB/Streymur fyri so vítt eisini, men teir komu ongantíð so nær sum NSÍ. Naskastu royndina hevði Arnbjørn Hansen, tá hann stútaði móti málinum, eftir frálíkt spæl frá Leif Niclasen og Hans Paula Samuelsen upp eftir vinstru síðu.

EB/Streymur var eisini liðið, ið kom best frá byrjan og tóktist onkursvegna at hava takið á NSÍ. Kortini vóru tað gestirnir, sum vóru tættast við at skora undan steðginum. Tað gjørdu teir bara ikki.


Málslúkarnir gjørdu bart

Og so var tað, at EB/Streymur fór at býta frá sær. Stutt eftir steðgin sendi Hans Pauli Samuelsen eitt hart skot móti nærmara málhorni, sum Tórður Thomsen kortini megnaði at verja fyri. Hetta var ávaringarskotið.

Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik gjørdi EB/Streymur so álvara av hóttanini. Tórður Thomsen og Johan Troest Davidsen kundu ikki heilt semjast um, hvør teirra skuldi rudda bóltin burtur. Hetta gagnnýtti Arnbjørn Hansen, slapp sær framvið teimum og legði bóltin í tóma netið. Eitt heppið mál hjá EB/Streymi, sum ongantíð átti at verið komið.

Og so gekk tað skjótt. Fimm minuttir seinni legði Arnbjørn Hansen upp til eitt mál, tá hann legði bóltin tvørtur um í brotsteiginum, har Hans Pauli Samuelsen uttan stórvegis hóvasták kundi skora. Eitt einfalt og vælspælt mál, sum Levi Hanssen byrjaði, tá hann spældi Arnbjørn Hansen leysan í høgru.

Við málunum báðum hava teir báðir bestu málskjúttarnir hjá EB/Streymi staðfest, at teir framvegis vita hvar málið stendur – og ikki minst hvussu bólturin fæst inn í tað!


Heimaliðið hevði tamarhald

Við málunum báðum tóktist sigurin at vera í tryggum hondum. EB/Streymur hevði tamarhald á støðuni, vóru væl skipaðir og tóku ongar kjansir. Hetta gav NSÍ møguleika at skapa tað, ið eftir var av dystinum. Tað royndu Føroyameistararnir eisini, men tað gekk strilti at fáa nakað munagott burtur úr stóru leikligu yvirvágini.

Betri gekk hjá EB/Streymi, sum vóru ógvuliga kvikir í mótálopum, so skjótt hesir vunnu bóltin. Sum seinni hálvleikur leið, fall heimaliðið longur og longur aftur á vøllin. Trýstið kring brotsteigin vaks, men veruligur vandi á ferð var sjáldan. Eitt innlegg frá NSÍ rakti tvørtræið – tilvitað ella ei, men í mál fór tað ikki.


Uppiborin sigur

Samanumtikið ein uppiborin sigur til EB/Streym. Tann annars stinna NSÍ-verjan gjørdi eitt mistak, sum varð revsað dýrt. Tann í fyrra hálvleiki so raski Karoly Potemkin svann burtur í einki í seinna hálvleiki, og tað lætti um hjá EB/Streymi, samstundis sum einfalda kombinatiónsspælið, ið fyrst Øssur Dalbúð og Hjalgrim Eltør og síðani Karoly Potemkin og Hjalgrim Eltør so fínt vístu í fyrra hálvleiki, var heldur ikki at síggja í seinna.

EB/Streymur hevði hepni við sær í fyrra málinum, men leikararnir eiga rós uppiborið fyri skilagott og ógvuliga taktiskt tilvitað spæl, sum kastaði trý stig av sær. Trý ógvuliga kærkomin stig! Eitt fjórða landskappingartap hevði komið ógvuliga dátt við í Sundalagnum – hetta eisini hóast oddasessurin framvegis hevði verið varðveittur. Munurin hevði tá bara verið tvey stig. Tískil var talan um ein ógvuliga søtan sigur, sum Sundalagsmenn ognaðu sær