Nógv fólk høvdu leitað sær í høllina, tey fingu eisini flogbólt fyri allar pengarnar, tað skuldi ein fimm-settari til, fyri at finna vinnaran í einum sera spennandi og vælleiktum dysti.
SÍ vann bæði tey fyrstu settini, munurin var ikki tann stóri, (21-25) og (23-25). serliga var tað tað seinna settið, sum gjørdist sera javnt.
Í 3. setti gjørdi Dráttur bart - tær vunnu (25-14), Dráttur byrjaði væl, kom langt framum beinanvegin og hildu munin í øllum settinum.
Í 4. setti byrjaði Dráttur eisini nógv betur, førdu 15-9, men SÍ pressaði upp á 22, áðrenn Dráttur vann (25-22)
5. og avgerandi sett var sjálvsagt eisini sera spennandi, SÍ vann (12-15).
SÍ liggur nú klárt á odda við 22 stigum, Mjølnir, Fleyr og Dráttur hava 12 stig, ÍF hevur 10 stig, KÍF 2 stig og TB hevur einki stig.