SÍ vann U12 finaluna hjá gentum

SÍ hevur higartil vunnið allar ungdómsfinalurnar í flogbóltinum

Tað gjørdist SÍ gentur 12 ár sum vunnu fyrstu steypafinaluna í dag. Dysturin endaði 2-0, og sigurin var á Ternuni. Settini endaðu 25-17 og 25-11. Sostatt hevur SÍ higartil vunnið allar finalurnar hjá ungdóminum.

 

Besti leikari SÍ: Tóta Búadóttir

Besti leikari Ternuni: Maiken Jacobsen

 

Finalurnar hjá teimum ungu kunnu stroymast her:

https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live

 

Nøvnini á leikarunum á liðnum hjá SÍ útfrá liðmyndini:

Aftast frá vinstru: Sofía Weihe Simonsen, Elin T. Poulsen, Elin Hovgaard, Sára Kambsgarð, Marin av Trøð Lauritsen, Anja Sølja Niclasen, Bárða Jansdóttir.

Fremst frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Andreja Petrovic, Laura Skov Weihe, Lisa Haraldsen, Lilja Haraldsen, Oda Eyð Lauritsen, Tóta Búadóttir.