Ása fer við sorgblídni

Ása Poulsen hevur sagt farvæl sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum

Fráfaringarhald var á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin í sambandi við at Ása Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Medisinska deplinum, nú gevt í hesum starvi.


Ása varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1977. Hon byrjaði at arbeiða á B8 beinanvegin og var har til 1997, burtursæð frá einum ári har hon var uttanlanda á leiðsluskeiði og gott ár á hjartadeild á Ríkssjúkrahúsinum. Síðan var hon freelancari í gott fýra ár, har hon m.a. arbeiddi í Grønlandi og Norra og her heima. Frá 2001 hevur hon verið leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á medisinska deplinum.


Orsøkin til at Ása hevur sagt seg úr starvi eru ikki ókend. Hon hevur alment gjørt vart við, at hon kann ikki liva við umstøðunum á seingjadeildunum, hon hevur ábyrgd fyri. B6, B7 og B8 eru akuttar medisinskar deildir og kjarnuuppgávan er diagnostisering, viðgerð, røkt og rehabilitering av medisinskum sjúklingum. Starvfólkini eru og verða eisini ment fakliga til hesar seruppgávur.


Frá tíðliga í heyst hava tey havt nógvar liðugt viðgjørdar sjúklingar, teir flestu røktarsjúklingar, sum hava tørv á røktarheimsplássum. Tað er ofta, at tað ikki er pláss til akuttu sjúklingarnar, og hesir enda úti á gongini. Ofta mugu tey útseta planlagdar innleggingar hjá sjúklingum, sum áttu at verið innlagdir til ymiskar kanningar vegna plássmangul.


Tað kann ikki vera rætt, at akuttu medisinsku deildirnar B6, B7 og B8 verða brúktar til røktarheim hjá kommununum. Aðrastaðni gjalda kommunurnar til sjúkrahúsini fyri liðugt viðgjørdur sjúklingur, um kommunan ikki hevur stovnspláss tøkt. Slíka skipan áttu vit eisini at havt í Føroyum, sigur Ása.


Hagtøl vísa, at vit gerast eldri, og tað verður tørvur á fleiri akutt medicinskum seingjaplássum, og nógv fleiri røktarheimum. Harumframt er stórur mangul á ymiskum tólum á medisinska deplinum, so m.a. serlæknarnir kunnu diagnostisera sjúklingar.


Undir fráfaringarhaldinum vóru fleiri talur hildnar, og starvsfelagar takkaðu Ásu fyri tíðina. Ása segði m.a. í sínari røðu, at hennara persónliga ynski er, at játtan verður sett av til eitt nýtt Landssjúkrahús, sum eisini verður ein granskingarstovnur.


Annars sigur hon, at tað er við sorgblídni, at hon fer. Arbeiðið hevur verið sera áhugavert, við nógvum avbjóðingum. Hon hevur trivist væl, har eru nógv dugnalig starvsfólk við nógvum ymiskum kompetansum, sum øll royna at gera tað besta fyri sjúklingin. Samstarvið er gott og Landssjúkrahúsið er eitt gott arbeiðspláss, sigur Ása og takkar fyri tíðina.


Starvið hjá Ásu verður lýst leyst, men fyrstu tríggjar mánaðirnar verður tað Ingunn Gaardbo, sum kemur at røkja starvið.


mg