Pálsmessa er farin, og súlan og lomvigin eru komin. Men ivasamt mundi vera, hvussu nógvir hestar vórðu saðlaðir í sólskini á pálsmessu í ár.
Umskriva vit so orðini hjá Ísaki Dirðli til Jákup á Møn eitt lítið sindur og siga, at illa verður av í ár eftir gomlum merki, so fer ikki at standa væl til við veðrinum í summar.
Men nú kunnu vit so í fyrsta umfari gleðast um, at nú byrjar fuglurin at koma aftur. Í fyrsta lagi súla og lomvigi. Og so fer at ganga skjótt við tí. Tað er í hvussu er hugaligt.
Hestarnar hava vit hjá okkum alt árið, og so kunnu vit bara velja ein annan sólskinsdag at saðla teir. Helst móti vári. Hvítar ella ikki.
Men hví so pessimistisk, at vit bara leggja merki til tað, sum vantar? Liggja sum Paulus á Damskusvegnum á sinni. Starblind og síggja ikki tað bjarta ljósið, ið er á veg upp aftur á himmalin.
Og vit fagna fuglinum, sum aftur kemur av heitari og ljósari leiðum. Nú aftur fer at vára. Kreppan er av, og liviligari verður væntandi aftur í landinum. Hesir, sum fóru, tá útlitini vóru sum ringast.
Øðrvísi eru havhesturin og krákan, sum eingin kvøður nakran prís, hóast tey verða verandi, tá mest stendur á, og hutla seg gjøgnum ófantaliga føroyska veturin ár eftir ár.