Ása Michelsen 90 ár

Mánadagin 16. juni verður Ása Michelsen í Havn 90 ár. Hon hevur búð á Landavegnum alt lívið, men hevur kortini upplivað Týskland í Hitlertíðini

Ása er dóttur ein kendan havnarmann, Kristian í Hvannasundi. Pápi hansara var Havnar Jógvan, ið sum ungur fyrst fór til Eiðis at arbeiða í handlinum hjá Kruse. Síðan flutti hann til Norðdepil at handla fyri Beck í Klaksvík.

Kristian flutti til Havnar í 1901 saman við konu síni Sigrid f. Poulsen, sum var úr Frammistovu í Hvannasundi.

Jógvan og synirnir Sámal og Kristian vóru kendir reiðarar og skiparar. Jógvan átti Jubilæ, Ternuna og King Arthur. Sámal var skipari hjá pápanum. Kristian keypti Grundick í 1926 og førdi hana.

Systkini hjá Ásu vóru Jógvan, Kristiane, Louisa, Guttorm, Debes og Edgar. Ása var yngst og er nú einsamøll eftir.

Ása minnist væl til ta tíðina, tá ið tað var so óvist at vera fiskimaður. Ávísa tíð á árinum varð roknað við, at skipini komu heim aftur. Komu tey ikki til tíðina var støðugt órógv á teimum avvarðandi. Vanliga komu tey kortini, men hjá teimum, har skipini ikki komu, var fyrst óvissan og síðan vissan ræðulig. Eina ferð vóru teir sera seinir aftur. Tá var orsøkin ov gott veður, sum gjørdi at eingin vindur var til at sigla við seglum.

Tá ið illveður var heima var eisini órógv á mammuni. Men tá varð hon troystað við, at tað var nú als ikki vist, at illveður var, har sum teir vóru.


Í skúla við Landavegin


Tá ið tíðini vóru nógvir privatskúlar i Havn. Ása fór í skúla hjá frú Mohr, sum helt til við Landavegin. Hetta var eisini meira høgligt heldur enn at fara oman í sjálva Havnina í Kommunuskúlan. Landavegurin var tá heilt fitt uttanfyri býin! Tað var gott at ganga í skúla við Landavegin. Frú Mohr var tá einsamøll um meira enn 50 næmingar. Tað riggaði eisini.

11 ára gomul fór Ása í realskúla. Hetta var ein sera stór broyting at koma millum rættulig havnafólk. Ein varð nærum roknaður sum eitt bygdafrell at koma frá Landavegnum!

Tey eru ikki nógv, sum eru eftir av floksfeløgunum. Í 2004 varð skipað fyri eini samkomu í samband við, at tað vóru liðin 70 ár síðan, tey fóru úr Realskúlanum. Tá vóru tær tríggjar, sum vóru við. Umframt Ásu var tað Ása Ringberg, dóttur táverandi amtmannin Hjalmar Ringberg, og Ingibjørg Rasmussern, ættað av Kirkju.

Aftaná realskúlan fór Ása at arbeiða í handlinum Tubbakk hjá Lauridsen, sum var dani. Handilin var har Hafnia er nú.

Tá fór Ása at læra seg at stenografera hjá Onnu Katrinu Jacobsen. Hon var systur rithøvundan Jørgen Frants Jacobsen. Síðan fór hon at læra seg at skriva uppá maskinu hjá konu Vilhelm Nielsen.

Ása kom tá at arbeiða á skrivstovuni hjá sakføraranum Helge Simons, sum kom til Havnar í 1924 at arbeiða hjá Poul Effersøe. Hann tók yvir, tá ið Poul doyði í 1926. Simons fór tó skjótt aftur til Danmarkar eftir at Ása var byrjað. Tá helt Børge Husted Andersen fram við virkseminum, og hann var verandi í Føroyum til 1949.

Ásu dámdi væl Husted Andersen, sum var góður at arbeiða hjá. Men hetta vóru ringar tíðir, og tað vóru nógv brøv, hon skrivaði við hóttan um, at varð ikki goldið innan ávísa freist, kundi tað enda við tvingsilssølu.


Til Danmarkar at arbeiða


Tá í tíðini var tað sera populert hjá ungum gentum at fara til Danmarkar at uppliva heimin uttanfyri landoddarnar. Hetta gjørdi Ása eisini. Hon var tá byrjað at koma saman við Helge Michelsen, sum var sonur Hans Jacob í Dalólastovu. Honum dámdi tað einki, men her var eingin bøn.

Ása fekk eitt gott ummæli frá Husted Andersen, og hon søkti sær arbeiði hjá einum sakførara, Skov Jepsen á Vestre Boulevard 11 í Keypmannahavn.

Her skuldi hon fyrst roynast. Hon fekk dikterað eitt bræv, sum fyrst skuldi stenograferast og síðan skrivast á maskinu. Hetta gekk væl, og hon fekk starvið. Lønin var kr. 150 um mánaðin, meðan hon fekk kr. 125 í Føroyum.

Ása slapp at búgva hjá einum eldri hjúnum, har hon hevði tað gott.

Helge var komin niður við, men hann fór heim aftur. Hann hevði síðan 1935 arbeitt í Smæruni. Pápi Helge var systkinabarn Hans Jacob i Smærunu Her var lønin so nógv sum kr. 250 um mánaðin. Hetta sigur eisini nakað um munin á konufólka- og mannfólkalønum tá í tíðini.

Ása hugnaði sær í Keypmannahavn, har hon kom saman við øðrum føroyingum. Hon plagdi at koma í Kristiliga Ungmannafelagið, har tann kendi presturin Emil Joensen skipaði fyri. Eisini var farið í Føroyingafelag.

Sambandið við Helge var við brævskriving. Tjaldrið sigldi aðru hvørja viku, og við hvørjum farti var bræv ella brøv.


Fekk vinkonu í Týsklandi


Í 1933 kom Ása at skriva saman við eini týskari gentu, Erika. Rikard Long var týsktlærari í realskúlanum. Hann hevði fingið áheitan frá skúla í Týsklandi um at úvega føroyskar pennavinir. Hetta var eisini eitt frálíkt høvi at læra týskt, og tað gjørdi Ása eisini.

Hetta er eitt samband, sum hevur vart til dagin í dag, í 75 ár. Hetta var árið Hitler tók valdið í Týsklandi. Ása minnist, at Erika í fyrsta brævinun nevndi, hvussu fegin tey vóru um Hitler, sum nú skuldu fáa skil á!

Erika var ættað úr Eysturproysen móti polska markinum. Meðan Ása var í Danmark skrivar Erika, at hon nú er á húsarhaldsskúla í Berlin, og hon bjóðar Ásu at koma at vitja hana um hvítusunnuna.

Hetta lá hampiliga væl fyri, tí toksambandið var gott til Berlin. Tað vóru ikki nógvir pengar til slíkt, men her fanst ein loysn, og Ása fór. Hon var í Berlin í átta dagar.

Ása eigur enn myndir fra hesi ferðini og onkra av teimum hava vit fingið til hesa greinina. Tær báðar nýttu tíðina væl at síggja mest møguligt av Berlin. Millum annað vitjaðu tær tað stadion, har olympisku leikirnir vóru hildnir í 1936. Hesir vóru nýttir sum ein propagandaherferð fyri nasismuni. Hetta visti Ása eisini, tí hon fylgdi væl við. Hon minnist kortini ikki nógv til politisku støðuna, uttan at har vóru nógvir hermenn í gøtunum.

Nú var Erika ikki longur so forlipt í Hitler. Hinvegin átti hon eitt systkinabarn, sum framvegis stuðlaði honum.

Árið eftir brast kríggið á, og tá fingu tey seg eisini roynd. Erika átti tveir beiggjar, sum vóru í herinum. Tann yngri kom heldur ikki aftur. Tá ið russarar hertóku Týskland við endan av bardaganum flýggjaðu tey øll í hvør sína ætt. Pápin endaði sum russiskur fangi. Hann slapp kortini hampiliga skjótt leysur aftur, og familjan sameindist aftur.

Undir krígnum var einki samband teirra millum. Men beint eftir krígslok tóku tær sambandið upp aftur. Tær hava eisini hitst fleiri ferðir. Fyrstu ferð í Danmark, har Ása vitjaði dótrina. Tær hava eisini vitjað hvørja aðra bæði í Týsklandi og Føroyum.

Nú verður kortini mest tosað í telefon. Seinast tær prátaðu saman var nú í vikuni.


Fór at arbeiða hjá amtmanninum


Í oktober 1938 fór Ása aftur til Føroyar. Tað var ringt at fáa arbeiði. Tá søkir og fær hon pláss á skrivstovuni hjá amtmanninum Hilbert. Áðrenn hon var sett, var Ása til samrøðu við amtmannin. Hann legði dent á, at einki skuldi leka út um tað, sum tey fingu at vita í arbeiðinum. Revsingin kundi vera geglið!

Amtmaðurin umsat tá ein stóran part av føroyska samfelagnum, so her var fitt av fólki. Tey flestu vóru føroyingar. Ása minnist Margrethu Christiansen, Anni Olsen, Lina Fossá og Hanna Mikkelsen, kallað Pitte. Ein danskur fulltrúa, Hjorth Nielsen, hevði umsitingarligu ábyrgdina av heilsuøkinum.

Her var tó ikki brúk fyri stenografi. Brøv vóru skrivað við hond av viðkomandi, og so var tað teirra uppgáva at skriva tey á maskinu.

Ása minnist, at hon møtti amtmanninum tann 9. apríl, tann dagin Danmark var tikið av týskarum. Amtmaðurin var púra fjálturstungin sum rímiligt er. Einki samband var við donsku myndugleikarnar, og eingin visti um ikki týskarar vóru á veg at taka Føroyar eisini.

Amtmaðurin kom nu í eina rættuliga lyklastøðu, har hann nú sjálvur skuldi taka ábyrgdina av tí, sum hann annars fekk boð um frá donsku stjórnini.

Eitt tað fyrsta stórmálið var flaggspurningurin, og Ása minnist eisini prátið um flaggið og eisini um tað sokallaða grøna flaggið. Men annars var ikki tann stóra broytingin á skrivstovuni.

Men her var sera virkið av politikkarum og bretum. Bretski konsulin Mason kom ofta á gátt.

Ása minnist dramatiskar hendingar, sum tá ið Caroline Thorden og Lincoln City vóru bumbað av týskarum og fleiri doyðu. Hetta var sera óhugnaligt.

Hilbert var góður at arbeiða hjá. Hann hevði konu og tvey børn, og tey búðu í amtmansborgini. Dóttirin gekk í skúla saman við Vagn Erik beiggja Helga.


Noyddust at giftast….


Ása og Helge bygdu sær hús úti á Landavegnum, men høvdu ikki ítøkiligar ætlanir um at giftast.

Húsini vóru kortini so mikið liðug, at tey kundu brúkast. Tá koma knappliga tey skakandi boðini, at bretar ætla at taka húsini til egna nýtslu. Hetta gjørdu teir ofta við hús, sum ikki vóru í brúk. Hetta kom illa við. Tað var eisini kent, at bretar fóru illa við teimum húsum, sum teir tóku.

Spurningurin var so, hvat ið kundu gerast. Her vóru fleiri partar við í ráðum, eisini amtmaðurin. Men so eitt sunnukvøld koma boðini. Skuldu tey varðveita ræðið á húsinum, máttu tey giftast innan tvær vikur.

Hetta gjørdi tey so. Sunnudagin tvær vikur seinni, 3. August 1941 kl, 17, skuldu tey giftast í Havnar Kirkju. Tey møta upp, men tá var eingin prestur. Farið var at kanna málið. Tað vísti seg, at presturin hevði gloymt tey og var staddur í Nólsoy. Men ein tíma seinni var hann tó komin, og freistin fyri at giftast kundi haldast. Tey fluttu inn í húsini, og har býr Ása enn.

Tað var skjótt, at fyrsta barnið var á veg, og tá gavst Ása við at arbeiða fast úti.

Børnini eru Kirstin, sum býr í Danmark, Hans Jákup, Vagnur, Torbjørn og Leivur, sum allir búgva í Havn. Ommubørnimi eru 12 og fimm langommubørn eru komin, meðan eitt er á veg.

Helge var ein virkin maður á ymiskum økjum. Hann var losjumaður, og hann var ítróttarmaður. Hetta merkti, at hann var við í Afholdsfolkenes Idrætsforening. Hetta felag er ikki kent í dag, men lesast kann um tað í bókini Losjan í 100 ár. Helge var við at sparka móti danska Afholdsfolkens Idrætsforening í 1930. Seinni var hann við til at stovna Neistan.

Helge var óførur at fara á flot og at skjóta haru og fugl. Hann hevði annars ábyrgdina av slaktaraforrætningina í Smæruni. Hann doyði í 1986, bert 72 ára gamal.



Svimjing


Ása er ein av morgunfrúunum í svimjihylinjum. Tað má avgjørt vera sunt at svimja, tí har svimja fleiri av hennara javnaldrum. Ása hevur svomið fimm dagar vikuna, men nú er tað tríggjar ferðir.

Ása lærdi longu sum smágenta at svimja í Sandagerði. Tey lótu seg úr og í millum steinarnar. Tá ið Ása var 16 ára gomul, svam hon um Hvannasund. Hetta hevði pápabeiggin Sámal roynt fyrr. Tað rekur nógv gjøgnum sundið. Tí mátti svimjast meðan kyrrindi vóru, og hetta var bert ein hálvur tími. Tá kundu sjógvurin vera so spegilsblankur.

Hendan dagin, hon skuldi svimja, hevði hon avtalað við eitt systkinabarn, at hann skuldi fylgja henni í báti, um ikki alt gekk eftir vild. Ein brugda hevði spælt sær í sundinum, so tað var best at vera ansin.

Men einki systkinabarn kom. Kyrrindini vóru stutt, so Ása legði á bláman. Tá ið hon er komin hálva leið sær hon, at teir draga bát í Norðdepli! Tá er systkinabarnið raknað við, og hann fylgir henni so restina av teininum. Ása kemur yvir um í øllum góðum, men vegna streymin kemur hon á land langt norðanfyri bygdina í Hvannasundi. Men abbin var ikki blíður um slíkt óansni.


Binding


Eitt ítriv, sum Ása hevur gjørt nógv burtur úr er binding. Við fimm børnum kundi hetta eisini geva nógv arbeiði. Tað skuldu bindast gerandistroyggjur og sunnudagstroyggjur og nógv annað.

Eisini hevur hon fingist nógv við veving. Hon lærdi at veva hjá Bergljot av Skarði. Seinni hevur hon eisini vevað saman við Titu Winther. Tað er nógv sera vakurt komið burtur úr hesum.

Sum tað skilst minnist Ása væl til og dugur væl at greiða frá. Hon minnist tað sum er hent í Havn tað mesta av hesum 90 árunum. Hon var ein tann fyrsti sjúklingur á Dr. Alexandrines Hospital. Her var hon innløgd sama ár, sum hospitalið opnaði í 1924. Hon minnist eisini, tá hon saman við øðrum børnum slapp í lastina at koyra í fyrsta bilinum í Føroyum, nevniliga hjá Júst Sivertsen.

Ása er ein merkiskvinna. Tað hevur ikki bert rikið við, men hetta hevur hon dugað at taka. Hon er sera arbeiðssom og hevur eitt ljóst og positivt sinnalag. Tí hevur tað verið so stuttligt at práta við hana. Hon er so avgjørt ikki tyngd av aldrinum!

Ása er burturstødd føðingardagin. Tað verður ynskt henni hjartaliga tillukku.


ó.