Á bilaframsýningini í Geneve, sum byrjaði 29 februar, avdúkar Saab ein heilt nýggjan motor, SVC (Saab Varialble Compression), sum veruliga betrar bensinnýtsluna uttan at motorkraftin verður verri av tí teirri orsøk. Samanborið við vanligar motorar brúkar SVC motorurin væl minni bensin.
Motorverkfrøðingarnir hjá Saab hava ment SVC motorin, sum hevur eina nýggja skipan, ið varierar kompressiónslutfallið, og ger at bensinnýtslan verður minni, uttan at tað gongur út yvir kraftina á motorinum. Samstundis verður møguleiki fyri at brúka ymiskt brennievni av ymiskari góðsku.
Tann sannroynd at kompressiónslutfallið nú kann broytast, gevur nógv betur møguleikar fyri at stýra virkninginum og bensinnýtsluni meira neyvt.
Kelda: Saab Danmark A/S