Sabala er á B36 beinkinum

Fleiri broytingar eru á liðunum hjá bæði B36 og HB, sum hittast klokkan 18

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í grannauppgerðini millum B36 og HB. Hetta er síðsti dystur í hesum umfarinum.

 

Felags fyri bæði liðini er, at fleiri broytingar eru gjørdar síðani fyrsta umfar.

 

Hjá B36 er Sonni Ragnar Nattestad framvegis á beinkinum. Undir liðini á honum eru eitt nú nýggi álopsspælarin Valerijs Sabala og Aron Knudsen og Símun Sólheim, sum báðir vóru millum teir fyrstu ellivu í 3-0 útisigrinum ímóti Víkingi.

 

Hjá HB er Bartal Wardum í miðverjuni. Hann hevur verið skaddur, og hann var ikki við í fyrsta umfari, tá ið HB vann 4-1 á heimavølli ímóti B68.

 

Í kvøld er Ári Mohr Jónsson á beinkinum, og undir liðini á honum eru millum aðrar Samuel Johansen Chukwudi, sum leingi hevur verið skaddur, og Jákup L. Thomsen, sum var skiftur inn og skoraði ímóti B68. Ási Dam, sum var millum teir fyrstu ellivu í heimasigrinum ímóti B68, er ikki á listanum hjá HB.

 

B36 – HB: Alex Troleis kl. 18.00.

 

 

 

B36 – HB kl. 18.00

 

Dómari: Alex Troleis

 

Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen, Andrias H. Eriksen, Isak Fredrik Jönsson, Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson – Hannes Agnarsson,Taufee Skandari, Bjarki C. Nielsen – Benjamin Heinesen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heðin Hansen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Mathias Præst Niellsen, Áki D. Samuelsen – Mikkel Dahl, Mads Borchers