Sabotasja móti jarnbreyt í Póllandi

- Ein atsókn var á linjuni, Varsjava-Lublin, har ein spreinging hevur oyðilagt jarnbreytarsporið, sigur pólski forsætisráðharrin

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sigur í morgun, at toklinjan millum býirnar, Varsjava og Lublin hevur verið fyri sabotasju.

 

Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í morgun. Ein spreinging hevur oyðilagt partar av jarnbreytarlinjuni.

 

- Ein atsókn var á linjuni, Varsjava-Lublin, har ein spreinging hevur oyðilagt jarnbreytarsporið.

 

Hetta skrivar Donald Tusk á X, og hann leggur aftrat, at fráboðanir eisini eru um aðrar skaðar á somu jarnbreytarlinju, nærri býnum, Lublin.

 

Lublin liggur í landsynningspartinum av Póllandi, einar 95 kilometrar úr markinum til Ukraina.