Sær gott út í Gøtu

Tað sær út til, at tað verður yr.no, sum fer at verða nærri sannleikanum um veðurspádómin

Tað sær út til, at tað verður yr.no, sum fer at verða nærri sannleikanum um veðurspádómin.

 

- Tað sá eitt sindur ivasamt út fyrr í morgun. Hann lá mitt inn á víkina og tað sá eitt sindur grátt út, men nú sær heilt gott út, sigur Sigvør Laksá av G!

 

Tey gleða seg til leygardagin, og longu seinnapartin verður nógv á skránni.

 

- Vit fara at uppliva Niels Midjord, og so fara Kári Sverrison og Hans Jakku Kollslíð at spæla á grasvølinum niðan fyri Estra, sigur Sigvør Laksá.

 

Eisini verður møguleiki at hoyra Døgg Nónsgjógv seinnapartin.

 

- Eitt ógvuliga væl umtókt átak er nú afturvendandi matartilboðið frá Hvonn, sum bjóðar øllum ókeypis mat. Tað verður klokkan 17, sigur Sigvør Laksá.

 

Tá fólk so eru mett og væl sett, ber til at fara at lurta eftir Eyr, sum eru Petur Pólson og Benjamin Petersen, og teir spæla klokkan 18.

 

Vit venda aftur til restina av skránni seinni í dag.