Sætta umfar av Grand Prix í Miðvági

Leygardagin verður 6. umfar av Grand Prix runnið í Miðvági. Hetta er í samband við vestanstevnuna. Sambært FÍF verður nýggjur og spennandi teinur runnin

Leygardagin verður 6. umfar av Grand Prix runnið í Miðvági. Hetta er í samband við vestanstevnuna, sum verður hildin í bygdini. Sambært FÍF verður nýggjur og spennandi teinur runnin hesuferð. 

 

- Renniteinurin hjá teimum vaksnu er nýggjur og spennandi. Farið verður við bussi frá MB-húsinum til Vatnsoyrar. Sjálvur renniteinurin er frá Zarepta til MB-húsið, umleið 6,1 km, skrivar FÍF í dag. 

 

Børnini renna bert í Miðvági. Tey 0-7 ára gomlu renna 300 metrar, børn millum 8-10 ár renna 500 metrar, tey 11-13 ára gomlu renna 1.000 metrar, og 14-17 ár renna 1.500 metrar. Runnið verður frá MB-húsinum út móti kaiini. Á málinum verðu vatn og frukt at fáa, og aftaná verða heiðursmerkini handað í skúlanum. Í skúlanum verður kaffi og ein køkubiti at fáa.