Sætti torradagur byrja við Matiné í Christianskirkjuna

Les alla skránnaher

Leygardagur 18. februar

Matiné í Christianskirkjuni – kl. 11.30

Torramatiné leygarmorgunin saman við Klaksvíkar Hornorkestri, sum spæla nøkur løg úr ”Reyðu bók.” 

Eisini spæla Andras Sólstein og Jóhanna Johannessen nøkur stykkir fyri horn og urgu. Aftaná verður boðið til ein drekkamunn og hugnaprát í kirkjukjallaranum.

Opið atelier, Jústabrekka 2 – Edward Fuglø kl. 14.00 – 20.00

Edward Fuglø, listamaður, letur dyrnar upp í atelieri sínum, har hann sýnir fram listaverk og bøkur, hann hevur skrivað og listprýtt.

Niðan fyri SjúkrahúsiðTorra-renning kl. 14.00

Teinurin er 4,1 km. Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Rutan gongur úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir

Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fossagøtu, har snarað verður oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum – út til Sjúkrahúsið, har málið er.

Kl. 14.00 - 18.00 Adventure

Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu. Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan

Tilmelding er neyðug til túrarnar á tlf 505707, ella á Facebook JAB adventure.

Klaksvíkar Sjúkrahús 

Sjúkrahúsið hevur opið hús millum 14.00 og 17.00, og øll eru vælkomin.

– Inngongd ímillum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús.

Kl. 14.00 Heilsucafé

Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni.

Kl. 14.30 Heilsucaféin verður sett 

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur Heilsucaféina; aftaná verður boðið ymiskt heilsugott og leskiligt afturvið.

Kl. 14.00 Workshop  

Forhøllin

Kom og fáa tær eitt prát við sjúkrarøktarfrøðingar og dietist um m.a. lungnatrupulleikar, sukursjúku, kost, trupulleikar við beinum og ryggjatrupulleikar.

Fysio- og ergoterapiin

Til ber at gera eina konditest, og at máta feittvirðið í kroppinum.

Heilsustovan (2. hædd)

Vit máta virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Til ber eisini at tekna seg til lungafunktiónskanning.

Rannsóknarstovan

Tilmelding til blóðgeva.

Norðara parkeringsøkið

Møguleiki er at síggja útgerðina í sjúkrabilunum.

Kl. 15.00 fyrilestur – í Felagshøllini

Fyrilestur við Regin Olsen, maskinmeistara – Greitt verður frá søguni um læknabátin Medicus.  

Kl. 16.00 fyrilestur – í Felagshøllin

Fyrilestur við Hannelenu Jacobsen og Sølvu Joensen – Fyrilesturin snýr seg um heilsugóðan mat.

Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 15.00 Søgur av Flemish Cap 

Kjartan Kjartanson, stýrimaður, sum hevur siglt nógv, sigur frá. Sigmar Bláberg, rithøvundur, sum hevur skrivað tvær bøkur um stállínuskipini og í hesum sambandi eisini um Flemish Cap, sigur frá skipum á Flemish Cap – og hesum tíðarskeiði annars. 

Gunnar Nolsøe, útvarpsmaður – “Tónleikur, móti og prát frá Flemish

Cap.” 

Gunnar hevur samrøðu við menn, sum hava roynt seg á Flemish Cap.

Zacharias Hammer, lærari, hevur klipt filmsbrot saman, sum vit sleppa at síggja, har sakkønur greiðir frá um myndirnar og hendingar annars av Flemish Cap.

Aftaná verður boðið til ein kaffinumm og sjómansprát av Flemish Cap – Eisini ein brellbita av Flemish Cap (saltfiskasneisar).

Spaniastova – kl. 16.00 - 19.00 Søgan um Sjóklædnavirkið

Serligu og vælumtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum – eisini verður søgan um virkið søgd.

kl. 16.00 Óluva Klettskarð sigur frá.

Atlantis – Sjónleikurin Landastrokið kl. 19.00

Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall, hesa ferð við sjónleikinum Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977. 

Leygarkvøld kl. 19.00 - á Gamla seglhúsinum Saltfiskakvøld á Gamla seglhúsinum 

Lagt verður upp til eitt spennandi saltfiskakvøld á Torradøgum í Klaksvík. Borðreitt verður við saltfiski frá Kósini. 

Navnframi kokkurin, Gutti Winther, fer at borðreiða við eini rúgvu av spennandi saltfiskarættum, so sum krokettum, suppu, brandade, saltfiskasalati, lippum al pil pil v.m. Harafturat verður okkurt søtt eisini.

Eisini verður ein umfatandi viðkomandi bjórskrá frá Føroya Bjór.

Nakrir gestir koma at greiða frá um ávikavist saltfiskamatmentan, og saltfiskafiskiskapin og tað, sum hevur knýtt seg at hesi mentanini í Føroyum.  

Sí nærri upplýsingar og tilmelding v.m. á: http://www.gamlaseglhusid.fo/saltfiskakvoslashld.html   – Gjald og tekning álagt.

Spaniastova – leygarkvøldið kl. 22.00

Torra skemt, skrøgg og tónar  

ROBERT & HILMAR JAN í Spaniastovu 18. februar kl. 22

Alla hesa øldina hava Robert McBirnie og Hilmar Jan Hansen – við tilsamans yvir 95 ára royndum á palli – í felag skemtað, skrøggað, hermt, sungið og spælt fyri túsundtals føroyingum. Nú kunnu teir so eisini upplivast á palli í Spaniastovu, har teir – bæði saman og hvør sær – borðreiða við eini breiðari viftu av sínum besta undirhaldi.

Atgongumerki kosta kr. 150,- og kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar.  

Leskiligu matstovurnar í býnum – hjá Jórun, Fríða, Jacqson, og nú eisini Angus Steakhouse, og aðrar við borðreiða í Torravikuni við serligari torra-matskrá, eisini við ymiskum úr fiski.

Sunnudagur 19. februar

Kl. 11.00 Christianskirkjan

Torraguðstænasta við altargongd – Hanus á Gørðum, prestur

Gamla Seglhúsið hevur listaframsýning. 

kl. 14.00 til 19.00

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýnini vera verk eftir: Heðin

Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av

Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias

Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr,

Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen,

Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku, Finleif Mortensen.

Framsýningin, sum er ein søluframsýning, hongur uppi frá 13. til 19. februar

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00 og tað er ókeypis at vitja.

Opið atelier, Jústabrekka 2 – Edward Fuglø kl. 14.00 – 20.00

Edward Fuglø, listamaður, letur dyrnar upp í atelieri sínum, har hann sýnir fram listaverk og bøkur, hann hevur skrivað og listprýtt.

Atlantis – Sjónleikurin Landastrokið kl. 19.00

Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall, hesa ferð við sjónleikinum Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.