Ósakligar atfinningar

Finnur Helmsdal
løgtingsmaður
?????
Formaðurin í Kvinnufelagnum, Bergtóra Hanusardóttir, segði við Útvarpið, at mannligir løgtingslimir ikki eru áhugaðir at viðgera spurningin um fosturtøku. Hon vísti á, at Annita á Fríðriksmørk hevði sett fyrispurning um fosturtøku í løgtinginum, og at bert tríggir menn høvdu tikið orðið í tí sambandinum. Allir tríggir, tí teir eru ímóti fosturtøkum. Tað er nú eina ferð siðvenja, at tá tingfólk seta fram munnligar fyrispurningar, so fara partamenn ikki kropp á kroppi um og yvirbjóða spyrjaran.
Annars viðgjørdu Bergtóra og Útvarpið eisini ætlanir landsstýrismansins, um at seta á stovn ráðgevingarbólk til kvinnur, sum eru við barn.
Kann upplýsa fyri Bergtóru Hanusardóttir, at tilmæli um slíkan ráðgevingarbólk varð sett fram í tinginum 1999, og vóru tað menn, sum tóku stig til hetta. Uppskotið varð endurtikið 2001, eisini av monnum. Sjálvur skrivaði eg grein í Dimmalætting í fjør um fosturtøkuspurningin, í hesi grein vísti eg á tað neyðuga í at hava slíkan ráðgevingarbólk.
Men tað tykist, sum hava útmeldingar frá monnum um slík viðurskifti als ongan áhuga. Hvørki Kvinnufeløg ella tíðindafólk leggja til merkis, um menn hava eina hugsan um slík virðir. Ikki uttan so, at hesar hugsanir eru "skeivar" so ella so.
Tað tykist, sum hava kvinnufeløg og tíðindafólk (lesið kanska kvinnulig tíðindafólk) bert áhuga fyri úttalilsi frá monnum um slík viðurskifti, um hesi bera á "skeiva" bógvin. Siga menn tað rætta um fosturtøku og annað, so eru teir als ikki áhugaverdir, als ikki til. Tað eru bara kvinnur, sum eru førar fyri at siga tey "røttu" tingini.
Tað er í fínasta lagi, at menn eru fyri atfinningum, og eg skilji eisini væl, at kvinnur fylkjast til tess at vinna munandi størri land. Men tað er sanniliga ikki í lagi, tá formaðurin í Kvinnufelganum sleingir slíkar ósakligar og beinleiðis skeivar atfinningar út um landið.