Sakna breiðari úrval

Leygardagin letur stóra várframsýningin upp í Listaskálanum í Havn, og hetta er ein stórhending hjá listafólki og ?áhugaðum. Støðið er á leið tað saman sum undanfarin ár, men fyriskipararnir sakna fleiri listaverk at velja ímillum

Í morgin, leygardagin, klokkan 16 letur Listaframsýningin upp í Listaskálanum í Havn. Hetta er tólvta árið, at felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri framsýningini, og í ár verða 86 listaverk, sum 27 ymisk listafólk hava gjørt, sýnd fram.
Listafólk senda síni listaverk inn til framsýningina, og síðani verða tey bestu vald út, og hesi koma við.
Listakvinnan Jóna Rasmussen er við í nevndini, ið hevur valt tey innkomnu listaverkini út. Amariel Norðoy og Tróndur Patursson hava eisini verið vrakarar til hesa framsýningina.
Hon sigur, at listafólk ikki hava sent eins nógv listaverk inn í ár sum undanfarin ár. Hetta heldur hon er harmiligt, tí vandi er fyri, at várframsýningin dettur niðurfyri, um undirtøkan millum listafólk ikki er nøktandi. Fleiri listafólk skuldu sent inn, so framsýningin hevði størri spenning og nýskapan.
Ein stórur helmingur av teimum listafólkum, ið senda listaverk til framsýningina, sleppa við.

Sakna breiðari úrval
Nevdin saknar eitt breiðari úrval av listaverkum at velja og vraka ímillum. Fleiri av teimum garvaðu listafólkunum kundu væl havt sent solidari listaverk inn til framsýningina, so hon hevði størri vekt, heldur Jóna.
Hon leggur afturat, at okkurt nýtt og spennandi er eisini við í ár. Nevnast kann ein video-uppseting hjá Tóroddi Poulsen og ein teldumynd hjá Inga Joensen, sum allatíðina skiftir lit.
Nakrir útlendingar eru við í ár, sum hava spennandi grafisk verk at sýna fram. Nevnast kann Vitautas Narbutas úr Litava, ið býr í Íslandi, og sum er við fyri fyrstu ferð. Annars eru fleiri av teimum garvaðu føroysku listafólkunum so sum Tróndur Patursson, Kári Svensson, Olivur við Neyst og Bárður Jákupsson við aftur í ár.
Hetta er eitt tað størsta tiltakið í árinum hjá føroyskum myndlistafólki og áhugaðum. Limir í Aldubáruni fara at spæla, tá framsýningin letur upp.