Løgreglan hevur nú staðfest, at maðurin sum hvarv úti í Fugloy um middagsleitið fríggjadagin hin 11. januar, er tann 29 ára gamli Lukas Gössnitzer úr býnum Kuttigkofen í Sveis.
Pápi hansara kom til Føroya í gjárkvøldið, og saman við løgregluni hevur hann hugt at vakmyndum, sum eru tiknar av Lukasi, tá ið hann kom í Vágar við flogfari tann 10. Januar. Og tað er eingin yvi er um, at myndirnar eru av Lukasi, sigur løgreglan.
Í dag hevur pápin verið úti í Fugloy við tyrluni hjá Atlantic, har hann hevur sæð truplu umstøðurnar, sum helst eru orsøkin til, at sonurin er burtur, og ikki er funnin aftur.
– Pápin er ovfarin av stóru leitingini og takkar hjartaliga øllum, sum hava verið við í leitingini, bæði á sjógvi, landi og úr luftini, sigur løgreglan. Pápin fer annars heim aftur fríggjadagin.
Løgreglan sigur, at enn er umráðandi, at fólk, sum halda seg vita okkurt um Lukas Gössnitzer, venda sær til politistøðina í Havn á á telefon 114 ella 351448.