Sakna Kristel mest av øllum

Saknur er í Kristel í X Factor-songkappingini. Tað er púra greitt sambært atkvøðugreiðslu á heimasíðuni hjá DR. Á dr.dk/xfactor kunnu fólk atkvøða um, hvønn tey sakna mest í X Factor, nú farið verður undir live-sendingarnar fríggjadagin.

Í skrivandi stund – hálvan tíma eftir midnátt – er Kristel Lisberg tann, fólk sakna mest av teimum, sum ikki eru við í sjónvarpssendingini longur. Tá 3430 fólk høvdu atkvøtt, hevði Kristel fingið 59 prosent av atkvøðunum, sum er nógv meiri enn nakar annar hevði fingið. Sidsel var tann, ið var Kristel næst. Hon hevði 19 prosent av atkvøðunum, meðan bólkurin Double Trouble hevði fingið 13 prosent av atkvøðunum.

Hini, sum eisini kann atkvøðast fyri, eru Jason, Jonas og bólkurin Julie og Johnnie.