Saknar fakliga sjónarmiðið

Kristian Magnussen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sigur seg als ikki kunna taka undir við ætlanini um at gera miðnámsdepil í Marknagili. Hann eftirlýsir eina ítøkiliga lýsing av ætlanini og fer at krevja, at allir partar sleppa til orðanna í hesum málinum

? Hatta málið er ikki til nakra politiska viðgerð. Tað einasta, vit hava sæð, eru nakrar leysar skitsur yvir, hvussu tað møguliga kann koma at síggja út. Onki um innihald, pláss og so framvegis, sigur Kristian Magnussen.
Hann sigur, at hann fer at krevja av landsstýrismanninum, at málið verður lýst betur, og so vil hann hava eina hoyring um hetta málið, har allir partar sleppa til orðanna.
? Eg havi serliga saknað, at fakfólk sleppa at siga teirra hugsan, og at bygginevndin kemur við einari ítøkiligari frágreiðing um ætlanina, sigur Kristian Magnussen.
Hann vísir á, at pappír er takksamt, og at tað er lætt og einfalt at fáa ting at síggja gott út á pappírinum, men samstundis leggur hann eina við, at tá 1.300 fólk skulu koyrast saman í einum skúladepli, at tá má man hugsa seg um.
Kristian Magnussen heldur, at ein hoyring hevði gjørt tað, at man fær konfronterað ymsar meiningar við hvørja aðra og fingið eitt kjak burturúr, har allir partar í hesum sluppu framat.
Formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins heldur longu sum er, at studentaskúlin í Hoydølum við sínum 600 næmingum er ein nóg stór eind. Tá heldur hann, at tað kanska hevði verið eitt betri hugskot at sett fleiri av teimum smærru eindunum saman.
? Um tey mugu vera saman á einum staði í Havn, fyri at fáa tað rætta umhvørvið, hví so byggja ein fiskivinnuskúla í Vestmanna, spyr Kristian Magnussen.
Til tosið um at endurskoða miðnámsskúlaskipanina, sigur Kristian, at um hon skal endurskoðast, so má tað verða frá grundini av.
? Tað má tilrættisleggjast ordiligt, soleiðis at tað ikki endar við, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar standa við einum prógvi, sum ikki lýkur krøvini aðrastaðni. Her tosa vit um álvarsmál, og tískil skilji eg ikki, at ein rektari, ( Sámal í Skoruni, blaðkv) kann úttala seg til útvarpið um, at miðnámsdepilin kann verða ein roynd av onkrum slagi. Men alt í alt, so haldi eg, at hesari ætlanini vantar nógv. Hon er ikki gjøgnum hugsað ella lýst nóg væl, staðfestir Kristian Magnussen at enda.