Formaðurin í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, sigur, at greiðari reglur áttu at verið fyri, nær náttúruskaðar eru ein landsuppgáva, og nær slíkir skaðar eru ein kommunaluppgáva.
Hetta sigur hann, eftir at borgarstjórin í Hvalbiar Kommunu, Trúgvi Gudmundsson, hevur havt fundir við bæði samgongu og andstøðu um at fáa pening endurrindaðan fyri skaðan, sum ódnin á kyndilsmessu førdi við sær í 2008.
Umvælingin hjá Hvalbiar Kommunu kostaði tilsamans 11 milliónir krónur. Borgarstjórin ynskir, at kommunan fær 1,4 milliónir í endurgjaldi frá landinum.
Í tíðindasendingini á Rás2 á middegi greiddi Bárður Nielsen frá, hví tað er trupult hjá Hvalbiar Kommunu at fáa 1,4 milliónir krónur.