Sakni ein landsstýrismann við ambisjónum

- Fólkaskúlin hevur brúk fyri einum landsstýrismanni við ambisjónum. Áhugin fyri fólkaskúlanum er lítil, og eingin spyr, hvussu hann hevur tað, sigur Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna

 

FÓLKASKÚLIN

Hóast støðan viðvíkjandi fígging og kørmum í føroyska fólkaskúlanum í dag er hættislig og ótrygg, og ymiskt, sum er álagt við lóg, ikki ber til at gjøgnumføra vegna vantandi pengar, eigur fólkaskúlin ikki nógvar røddir á løgtingi. Teir fýra fyrispurningarnir, sum hava verið um fólkaskúlan, eigur Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

- Áhugin hjá Mentamálastýrinum fyri fólkaskúlanum er lítil, sigur Katrin Dahl Jakobsen, sum heldur, at landsstýrismaðurin í mentamálum átti í nógv størri mun lurtað eftir skúlafólki.

- Eingin spyr, hvussu skúlin hevur tað. Hjá løgtingsfólki og øðrum við hevði verið áhugavert at fingið at vita nærri, hvussu fólkaskúlin hevur tað kring landið. Hvussu klára ymsu skúlarnir kring landið eitt nú at fylgja við, hvussu stendur til við kunningartøkni á skúlunum, og sum heild at eftirmeta, áðrenn nýggj ting verða sett í verk. Kunningin frá Mentamálastýrinum, hvussu skúlin hevur tað, er alt ov lítil, og tað er sera óheppið, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

Tað tænir ivaleyst ikki fólkaskúlanum ella mentamálum yvirhøvur, at fýra landsstýrismenn hava sitið við mentamálum hetta valskeiðið.

- Fólkaskúlin hevur brúk fyri einum landsstýrismanni við ambisjónum. Tað er sera óheppið, at landsstýrissessurin í Mentamálastýrinum verður útskiftur so ofta. Arbeiðið hjá teimum kann aldri vera serliga miðvíst, ei heldur um teir hava nakrar ambisjónir, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

Men visjónir hevur landsstýrismaðurin um fólkaskúlanum. Sambært løgmansrøðuni á ólavsøku skal føroyski fólkaskúlin í andgletti komandi ár. Viðurskifti í skúlanum skulu nærlýsast og greinast, og arbeitt verður við, at virksemi og játtan í fólkaskúlanum sampakka betur enn nú.

- Fólkaskúlin hevur veruliga havt tað so ringt í longri tíð, og nú, tá ið tíðin styttist til løgtingsval, skal skúlin í andgletti. Tað virkar ógvuliga løgið fyri mær, at ein slík ætlan kemur so seint í einum valskeiði. Slíkt átti at komið í byrjanini av einum valskeiði, soleiðis at eitthvørt sum kemur burtur úr kann setast í verk í valskeiðnum. Hatta kann ikki verða annað eitt plástur uppá sárið eftir alt rokið um fólkaskúlan, sum hevur verið, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

- Fyri mær sær tað út sum landsstýrið hevur lopið nøkur stig um. Vit tosa um gransking og granskingarráð, og nógvir pengar eru settir av til tað endamálið, meðan fólkaskúlin als ikki verður raðfestur. Gongdin átti at verið tann øvugta, har byrjað verður við skúlagongdini hjá teim smáu. Hetta valskeiðið er eisini í alt ov stóran mun verið merkt av stórum glæsiligum málum. Skúlin er bara ein smálutur, ein parentes í hesum høpinum, og alt kjak uttan mun til hvat endar í kjaki um fullveldi.