Salah gjørdist ársins spælari í Afrika

Mohamed Salah vann heiðurin frammanfyri liðfelagan, Sadio Mané og Pierre-Emerick Aubameyang hjá Dortmund

Mohamed Salah úr Egyptalandi er kosin at verða besti spælari í Afrika. Hetta gjørdist greitt í kvøld.

 

Mohamed Salah vann heiðurin frammanfyri liðfelagan, Sadio Mané og Pierre-Emerick Aubameyang hjá Dortmund.

 

Mohamed Salah er við 13 málum toppskorari í Premier League, og hann hevur avrikað framúr væl fyri Liverpool síðani kappingarbyrjan.

 

Mohamed Salah eigur eisini sín stóra lut í, at Egyptaland vann seg til HM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Russlandi komandi summar.

 

- Eg eri sera fegin um at vinna hendan heiðurin. Sum fótbóltsspælari vil ein gjarna vinna heiti. Eg vóni eisini at kunna vinna hendan heiðurin komandi ár, sigur Mohamed Salah í samrøðu við bretska kringvarpið, BBC.

 

Mohamed Salah takkar sínum liðfeløgum í Liverpool, sínum fyrrverandi liðfeløgum í Roma í Italia, og sínum liðfeløgum á egyptiska landsliðnum, sum hann sigur hava gjørt tað møguligt hjá honum at avrika so væl á vøllinum.