Sálarfrøðingurin - Ansa eftir tíni sálarligu heilsu

Mong okkara eru undir sera høgum trýsti. Hetta trýstið kemur bæði innan, frá einum sjálvum, men eisini uttan, frá samfelagnum. Til ber at vera tilvitaður um, og taka stig til at ansa eftir eins egnu sálarheilsu, sigur Malan K. Zachariassen, sálarfrøðingur.

Mong okkara eru undir sera høgum trýsti. Hetta trýstið kemur bæði innan, frá einum sjálvum, men eisini uttan, frá samfelagnum. Til ber at vera tilvitaður um, og taka stig til at ansa eftir eins egnu sálarheilsu, sigur Malan K. Zachariassen, sálarfrøðingur.

 

Kenn tín heila!
Ongin heili er líka. Summir duga væl at loysa matamatiskar trupulleikar, men ikki so væl sosialar avbjóðingar. Aðrir hava stóran fantasi, men niðursett uppmerksemi. Ongin heili er betri enn ein annar, tað er brúk fyri øllum. Kennir tú tín heila, kanst tú lættari biða um hjálp og samstundis áseta tínar avbjóðingar.

 

Kvøld terapi
Gransking vísir, at 80% av okkara tankavirksemi er negativt. Hetta er normalt, men stressandi. Set teg hvørt kvøld og hugsa um dagin, sum er farin. Finn trý góð ting ella løtur og skriva tær niður. Soleiðis venur tú teg til at síggja tað góða í gerandisdegnum.

 

Ven tyrlusjónarhorn og stýr dómaranum
Tá tú kennir teg ovurstrongdan av øllum uppgávunum, tú hevur fyri, og alt kennist vónleyst... Ímynda tær so, at tú fert við einari tyrlu uppfrá støðuni, sum tú ert í og fært eitt greitt yvirblik yvir alt sum gongur fyri seg. Hava tamarhald á tínum innara dómara. Døm eyðmjúkt, realistiskt og  rættvíst, grundað á fakta, eins sum tú vildi mett um ein vin.

 

Lat virðini vera tín vegvísara
Hvat er týdningarmest fyri teg? Hvat ynskir tú skalt mynda títt lív? Hvat ynskir tú, at onnur merkja, tá tey eru saman við tær? Hava vit okkara virðir frammanfyri okkum og eru tilvitað um tey, vísa tey veg eisini tá ið alt sær svart út, tí virðir líma alt saman.

 

Pausa
Gransking innan kognitiva sálarfrøði hevur staðfest, at heilin hjá okkum bara hevur eitt ávíst fyribils goymslurúm fyri vitan. Ein heilapausu hjálpir eina løtu hvønn dag tær í longdini at reflektera og savna teg betri. Ein heilapausa snýr seg um at sløkkja fyri øllum ófriði og venda uppmerksemi ímóti tínum kroppi og andadrátti.

 

Hav tað stuttligt!
Gloym ikki at hava tað stuttligt! Skapa tær nógv góð minni, tí tað snýr lívið seg um.