Sálin er handverkið at skapa og sniðgeva

– Eg eri fyrst og fremst sniðgevi. Tað sigur Elsa Bech úr Havn, sum hevur gjørt sniðgeving til sín vinnuveg og fyri nøkrum árum síðani stovnaði fyritøku í egnum navni. Hon heldur, at sniðgeving er list og óttast, at sálin hvørvur, verður skapandi hugurin køvdur og offraður fyri mammons sakir

– Stílurin er femininur við einum ráum ísletti, sigur hon.

Og tað er kanska ikki so løgið, tí hon er rundað av einum blandi millum útlendska fín- og stórbýarmentan og villu og ráu føroysku náttúruna.

– Mær dámar at ferðast í stórbýum og vera á messum uttanlands. Blandar tú tað við føroyska upprunan og náttúruna, fæst ein sermerktur íblástur, sum speglast aftur í mínum vørum og virksemi.

Elsa Bech er 42 ára gomul, útbúgvin sniðgevi og eigur og rekur fyritøkuna við sama navni, elsabech.

Fittligi og snotuliga handilin á veghæddini í gulu húsunum í Jónas Broncks Gøtu í Havn er sum ein spegil av somu mynd. Blandið millum ráu betongveggirnar, heita ljósið og fjálga innbúgvið, fyri ikki at tala um modernaðu pløggini og prýðislutirnar, ið hon sjálv hevur sniðgivið, er sum skraddaraseymað. Handilin og lítla skotið, har hon arbeiðir og ger hugskotini til veruleika, er sjónliga prógvið um, hvussu væl tað hevur eydnast Elsu Bech at flætta hug og hegni og vinnuligt virksemið og lata skapandi og listaligu evnini slóðað fyri í tilveruni. Uttan evni, einki virksemið.

Rúmið er rúmligt og einfalt og hevur reinar linjur.

– Tað er glansurin, sum møtir tí ráa, sigur hon.

Tað er ljóst inni, tað sæst væl, og tað hevur sína orsøk.

– Eg vil hava klæðini og tað, sum eg sniðgevi, fram í ljósið, og kundin skal altíð hava eina góða kenslu og uppliving og síggja væl og merkja vøruna, sigur hon.

Elsa Bech man vera millum kendastu sniðgevar í Føroyum og hevur seinastu árini ritað navn sítt fast. Men vegurin higar hevur ikki altíð verið so slættur og í beinari linju. At vera sjálvstøðug vinnurekandi sniðgevi er sum at ferðast eftir krókutum sniðgøtum. Stundum er rákið við, stundum rekur hart ímóti. Men hon leggur lív og sál í fyritøkuna og hevur ein fingur við í næstan øllum. Hon sniðgevur, ger mynstur og seymar fyrstu royndirnar, stendur í handlinum, fæst við marknaðarføring og nethandil og skal annars syrgja fyri, at fyritøkan melur runt og megnar at svara hvørjum sítt.




Men henni dámar tað, og hon ger tað við gleði.

– Hetta er mítt barn, sigur hon um sniðgevingina og fyritøkuna, sum er føroysk, men sprottin úr fremmandum jørðildi og samstarvar tvørtur um landamørk.

Frá dreymi til veruleika

Elsa Bech er útbúgvin sniðgevi í Keypmannahavn og hevur fýra ára langa útbúgving innan móta og sniðgeving. Hon var liðug útbúgvin í 2009, men hevði ikki hug at flyta heim aftur til Føroyar beinanvegin. Hon og maðurin vóru tá flutt tvørtur um Oyrasund til Svøríkis og høvdu búsett seg í Malmö. Og tað var har, í Malmö, at fyrsti tankin um at stovna fyritøkuna elsabech fór at mæla í høvdinum á stovnaranum. Tað var í 2009.

– Eg havi altíð havt ein dreym og vitað inni við meg sjálva, at eg vildi liva av míni sniðgeving og vera sjálvstøðug og dríva egna fyritøku. Longu tey árini, tá ið eg gekk á skúla í Keypmannahavn, byrjaði eg at seyma og selja vørur á ymsum marknaðum. Fyrst í smáum, men síðani vaks virksemið, og í 2009 var tíðin búgvin at stovna fyritøkuna, sigur hon.

Men lagnunar speisemi er sum kunnugt komiskt. Og tað hongur ein farri av júst speisemi yvir lagnuni, tí tað var um reppið, at Elsa Bech ongantíð bleiv til elsabech.

Hon fór upprunaliga til Danmarkar at lesa sjúkrarøktarfrøði, tí hon fekk aftur og aftur tútað í oyruni, at kreativt handarbeiði og sniðgeving var einki at liva av og neyvan mundi fara at røkka til lívsins uppihald. Men tað fann hon skjótt útav, at sjúkrarøktarfrøði var einki fyri hana. Hon vildi royna kreativa flogið. Men loyndarmálið, hon bar við sær, varð skjótt avdúkað. 

– Sannleikin er, at eg dugdi slett ikki at seyma. Men eg vildi fegin læra tað. Eg dugdi at binda sum flestar føroyskar kvinnur gera og var kreativ upp á allar møguligar og hugsandi mátar. Eg fór til upptøkuroynd og var til samrøðu hjá stjóranum, og lukkutíð var tað nóg mikið til at sleppa inn á sniðgevaraskúla í Keypmannahavn, sigur hon.

Søgan um Elsu Bech er tí søgan um kreativu kvinnuna og fyritøkuna við sama navni, sum í grundini ikki átti at verið møgulig, men kortini gjørdist veruleiki. Treiskni og innara sannføring hennara lótu seg ikki kúga av køvandi spádómum.




Eigur sjálv hugskotini

Fyritøkan og merkið elsabech er í stóran mun identiskt við stovnaran og eigaran. Hugskotini eru hennara, og hon er eisini kreatørur og setir á skinnaran, tá ið hugskotini skulu førast út í lívið og gerast til veruleika. Heima við hús og í lítla skotinum í handlinum í Jónas Broncks Gøtu ganga bæði teldan og seymimaskinan kykar. Hon teknar skitsur og sniðgevur klæði úr øllum handaslagi; kjólar, buksur, jakkar og ymiskt annað, og seymar sjálv fyrstu royndirnar. Síðani letur hon tekningar og arbeiði at seyma upp til seymistovuna í Litava, sum hon samstarvar við. Eitt samstarv, sum nú hevur góð fimm ár á baki. Tá ið fyrstu pløggini eru seymað, fær hon ein brellbita og eina roynd sendandi aftur til Føroyar til góðkenningar, og vendir hon tummilin upp, verður vøran sett í framleiðslu.

Men tað er als eingin tilvild, at maskinurnar standa stillar og framleiðslan í Litava bíðar eftir endaligu góðkenningini úr Føroyum.

– Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri meg, at eg kann standa inni fyri vøruni og framleiðsluni.  Tí má eg merkja eftir í mær sjálvari, síggja vøruna og hava hana millum hendurnar. Er dygdin góð og kenslan tað sama, kann eg nikka játtandi og byrja framleiðsluna av álvara. Men ikki fyrr enn tá, sigur Elsa Bech og heldur, at hon við árunum er búnað sum sniðgevi og vorðin ein betri kennari av ráðvøruni, ið hon bíleggur til framleiðsluna.  

Elsa Bech sigur, at hon í stóran mun leggur seg eftir, at dygdin altíð skal vera í hásæti. Tí er talan sjáldan um framleiðslu í stórum nøgdum, men í smærri, sokallað slow-fashion. Eitt rák, ið leggur dent á dygd og burðardygd fram um framleiðslu í stórum mongdum.

Hon sniðgevur eisini ymiskt annað, prýðislutir til dømis. Talan er um klæði og prýði til kvinnur í næstan øllum aldursbólkum. Eitt skiftið sniðgav hon eisini klæði til mannfólk, men fór burtur frá tí aftur og hevur hugsavnað seg um kvinnuna burturav. Tað er kortini ikki heilt óhugsandi, at tráðurin at seyma upp á mannfólk verður tikin upp aftur, um enn tað neyvan verður beint her og nú, sigur hon.

Hon viðgongur, at tað stundum er neyðugt at framleiða vørur, sum bróta minni frá og fylgja rákinum í tíðini.

– Tað er ein spurningur um at liva og yvirliva, um at hava til dagin og vegin. Tí er neyðugt altíð at hava vørur klárar í handlinum, sum kunnu selja so mikið, at fyritøkan melur runt fíggjarliga og ikki gevur hall, sigur Elsa Bech, sum tó leggur dent á, at hon treyðugt slakar í sínum krøvum um góðsku og dygd og mátanum at arbeiða uppá.

Tað er nógv tíð og orka, sum verður løgd í kreativa arbeiði og fyritøkuna, sigur hon, og uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Og nógv skal fáast frá hondini hvønn dag. Hon byrjar vanliga dagin tíðliga á morgni, áðrenn handilin letur upp klokkan tíggju fyrrapart. Tá hevur hon longu pakkað og gjørt klárar fyrstu pakkarnar, ið bílagdir eru umvegis nethandilin. Síðani setir hon seg við telduna at tekna og sniðgeva og samskifta við seymistovuna í Litava. Tá ið handilin letur upp, røkir hon eisini teir kundar, sum støkka inn á gólvið. Dagarnir eru tí stundum langir og drúgvir, men fjølbroyttir. Og tað dámar henni væl. Men.

– Onkuntíð sakni eg at hava betri stundir at fordjúpa meg í mínum kreativa universi og hugsavna meg um sjálvt handverkið at sniðgeva. Eg eri fyrst og fremst sniðgevi og havi ein dreym um, at fyritøkan einaferð kann vaksa seg so mikið stóra og hvíla í sær sjálvari, at eg kann hava onnur fólk í starvi at røkja handilin, so eg kann vera kreativ og sniðgeva burturav, sigur Elsa Bech.





Sniðgeving er list

Og júst prátið um tað kreativa universið leiðir samrøðuna víðari til spurningin, hvat ein sniðgevi og sniðgeving í grundini er. Er sniðgeving »einans« eitt arbeiði, ella er sniðgeving eisini list.

Sjálv heldur Elsa Bech, at hon í veruleikanum hevur allar orsøkir - og dygdir - til at kunna kalla seg eitt listafólk.

– Ja, eg haldi í roynd og veru, at eg eri eitt listafólk. Ja, tað haldi eg faktiskt, endurtekur hon seg sjálva, fyri líka sum at minna seg á og lata setningin festa røtur í tilvitskuni, ið leggur lunnar undir sjálvsfatanina og sjálvsmyndina.

– Sniðgevar arbeiða kreativt og skapandi. Okkurt er enntá unikt og eitt eindømi, men eg haldi ikki, at vit sum sniðgevar í nóg stóran mun verða virðismett og viðurkend. Kanska duga vit sjálvi ov illa at stíga fram og vísa á, at vit eru skapandi listafólk, og kanska liggur tað nærri huganum á fólki, at tosa um aðrar fakbólkar sum listafólk, til dømis listamálarar. Tað kann vera ein blandingur av báðum, men eg haldi ikki, at sniðgeving verður virt í nóg stóran mun sum list og listagrein. Serliga ikki, tá ið hugsað verður um, hvussu nógv arbeiði liggur aftan fyri at sniðgeva og skapa og framleiða, sigur hon.






Við eitt vegamót

Tað var í 2016, at Elsa Bech flutti heim aftur til Føroyar við manni og trimum børnum.

Hon byrjaði í lítlum hølum í Smæruni, men flutti í august mánaði í fjør í leigaðu hølini í Jónas Broncks Gøtu.

– Eg havi ongantíð dult fyri, hvørjar mínar raðfestingar eru, og fyritøkan má ikki vaksa skjótari enn børnini. Tað krevur nógva tíð og orku at vera sjálvstøðug vinnurekandi í so harðari vinnu, men tað má ongantíð kosta familjuni. Eg raðfesti stundirnar saman við manni og børnum fremst, sigur Elsa Bech og vísir á, at tað er ein av orsøkunum til, at fyritøkan ikki er vorðin so stór í mæti, sum hon óivað kundi verið.

Men nú børnini eru vorðin størri, er dreymurin aftur farin at spøkja um at fáa fyritøkuna at vaksa, eisini út um landoddarnar.

– Tað hevði verið fantastiskt, um elsabech sló sítt navn fast og fekk latið fleiri nýggjar handlar upp runt um í verðini. Onkursvegna eri eg við eitt vegamót og skal gera upp við meg sjálva, hvat eg vil við framtíðini, og hvussu fyritøkan skal taka seg út og mennast. Eg kundi valt at tikið lán ella biðið íleggjarar um at spýta pening í fyritøkuna. Men tá er vandi fyri, at eg missi meg sjálva burtur. At sálin, sum liggur í sjálvum handverkinum at skapa og sniðgeva, hvørvur. Íleggjarar gera einki fyri einki og vilja hava ávirkan og vinna pening. Eg elski mítt barn og mítt skapandi og kreativa univers, men eg má eisini vera opin fyri nýggjum og øðrvísi tankum, so fyritøkan kann mennast í framtíðini, sigur Elsa Bech.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, ásannar hon, at seta sær nýggj mál og leypa á leistum út í tað ókenda. Tað krevur eitt serligt dirvi og áræði, heldur hon.

– Eg eri nokk so varin og afturhaldin av lyndi. Mær dámar best at hava tamarhald á støðuni og vita, hvar eg flóti. Eg eri ikki so sinnað at taka kjansir og spenna meg hart fyri fíggjarliga og í aðrar mátar. Helst er tað av ótta fyri at missa alt á gólvið. Og tað vil eg treyðugt. Tað vildi verið spell at spælt mær av við lívsverkið. Skulu broytingar fremjast og fyritøkan vaksa, ræður um at finna røttu javnvágina, sum svarar aftur innan í mær og kann rúma bæði kreativitetinum og frælsa skapanarhuginum og møguleikanum at vinna til lívsins uppihald, sigur hon.

FAKTA:

Elsa Bech er 42 ára gomul, fødd í Havn í 1980.

Hon er útbúgvin innan móta og sniðgeving í Keypmannahavn. Hon tók fyrst tvey ára langa útbúgving sum sniðgevi á Columbine Skolen á Frederiksberg og síðani tvey ára útbúgving sum design-teknologur á Bec, sum nú eitur Kea, Copenhagen School of Design and Technology á Eysturbrúgv.  

Hon stovnaði í 2009 fyritøkuna elsabech og rekur bæði handil og nethandil av sama navni og er á sosiala miðlinum Instagram.

Hon hevur frá heilt ungum árum verið kreativ og virkin og hevur altíð havt dreymin um at liva av siniðgeving og stovna egna fyritøku.

Elsa Bech flutti saman við manni og trimum børnum aftur til Føroyar at búgva í 2016.