Í gjár vóru tíðindini, at Filip Djordjevic, sum í heyst spældi við TB, nú fer at spæla í EB/Streymi.
Og í kvøld eru tíðindini, at ein spælari aftrat, sum í fjør spældi sunnanfjørðs, og sum nú fer at spæla við EB/Streymi.
Talan er um Salmund Bech. Í fyrraárið, tá ið hann umboðaði NSÍ, var hann nógv skaðadarvaður. Í fjør var hann í barndómsfelagnum FC Suðuroy, sum flutti niður í triðbestu deildina, og nú hevur hann undirskrivað sáttmála við EB/Streym.
EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:
Til venjingina í kvøld legðist ein nýggjur leikari aftrat hópinum. Talan er um 26 ára gamla Salmund Bech, sum flytur norður úr Suðuroy. Salmundur leikti í fjør við FC Suðuroy, og hevur verið har øll árini, fyri uttan kappingarárið 2020, tá hann var í NSÍ.
Salmundur spældi sambært faroesoccer.com 25 dystir í 1. deild í fjør og skeyt 11 mál. Samlað hevur Salmundur leikt 100 dystir í Betri deildini og skotið 16 mál. Í 1. deild varð tað til 74 dystir og 23 mál. Sostatt er talan um enn ein framrættaðan leikara, ið legst aftrat hópinum, skrivar EB/Streymur.
Umframt Salmund Bech og Filip Djordjevic eru hesir fýra spælararnir lagstir aftrat hjá EB/Streymi síðani í heyst: Ólavur Niclassen, Bogi Reinert-Petersen, Kristian Joensen og Dánjal Godtfred.