Eftir Hanus Kamban
Tann, sum ætlar sær at koyra eftir teimum týsku motorvegunum, veri við hesum ávaraður. Víst ber tað til, men tað kann vera fløkjaligt og møtimikið. Summastaðni koma frákoyringarnar tætt í tætt sum hin vangagrái, tá ið væl flýgur, aðrastaðni eru heil tyssir av høvuðsvegum, sum umskarast.
Her kemur tað nýggja GPS-tólið væl við, henda alvitandi, fylgisveinastýrda røddin, sum heldur skil á frákoyringum, síðuvegum og rundkoyringum, sum uttan himpr kemur tær til hjálpar, tá ringast er statt, og fylgir tær á títt mál. Áhaldin er hon, tað skal hon eiga, og ongantíð missir hon tolið við einum. Bara tá ið vegarbeiði er ella onkur onnur forðing, og ein situr innilæstur í steikjandi hita mitt í einum bilhala, sum tykist røkka um alt Europa, noyðist eisini GPS-tólið at leggja kongin.
Vit koma av europaferð. Tað sædda livir enn við sítt fríska lív í minninum. Pakkhúsini í Antwerpen, tað velduga havnaumráðið, likkurnar gólandi yvir tí breiðu Schelde-ánni, dómkirkjan við Grote Markt, við fýra lýsandi meistaraverkum eftir Rubens, sum siga frá Jesu krossfesting og uppreisn. Prentsmiðjan hjá Plantin og Moretus, ein tann størsta í Europa seinast í 16. øld, sum er varðveitt, og har tú kanst síggja øll umførini í prentgongdini, umframt matrisur, stavir, rættlesarahølir og prentlutir, teirra millum sjáldsamar útgávur av Halgubók og av verkum eftir Augustin.
Og, ikki minst, tann stórfingna Caspar David Friedrich-framsýningin í Essen, har teir bestu málningarnir føra áskoðaran aftur til romantiska tíð, tá berg, trø og gjáir bóru gandakápu og tóktust venda sær til menniskjað við tigandi, men myndugari talu. Ofta venda fólk á hansara málningum áskoðaranum bakið, sum bíða tey spent eftir, at okkurt tjald verður drigið frá. Men náttúrunnar loyndarmál verður verandi dult.
Ein gamal hansabýur
Um níggjutíðina á kvøldi sneiða vit av motorvegnum og halda leiðina inn í tann gamla hansabýin Bremen, hvørs erkibiskupur (sum eisini hevði sæti í Hamburg) til 1104 hevði ræði yvir øllum biskupssetrum í Norðurlondum. Vit koyra inn í býin, sneiða inn á ein trongan síðuveg og steðga, vandaliga vegleidd av okkara holla fikku-tólmenni, uttan fyri eini hús í trimum hæddum, við trappu niðan móti úthurðini og rimaverki og portri úr jarni niðast.
Kvinnan, sum nakað seinni letur hurðina upp og tekur ímóti okkum, er um tey seksti. Hon hoyrir 21. øld til, eingin ivi um tað, og kortini eru yvir henni ein tign, ró og elegansa, sum tykjast sprottin úr eldri jørðildi, og gjøgnum hugan strúka gloymd nøvn, við patina av fortíðar mentaðu keipum og medferð. Ellen Key, Rahel Varnhagen, Lou Andreas-Salomé.
Vit verða boðin inn í eini hús úr 19. øld, við háloftaðum stovum, antikkum innbúgvi, og høgum bókahillum. Stovan er býtt sundur í eitt høvuðsrúm og eitt eitt sindur minni arbeiðsrúm við kúputum vindeyga út ímóti gøtuni. Í hesum rúminum eru tvey smærri borð og eitt klaver. Yvir stovuni sveimar ein andi av lættleika og frælsi. Á einum skrivarborði síggi eg m.a bókina Der neue Conrady, eitt savn av týskum skaldskapi, og Eros und Literatur, eitt akademiskt heiðursrit, við greinum um ástarskaldskap frá klassiskari tíð og fram at okkara døgum, ognað Gert Sauermeister, professara í týskum bókmentum við lærda háskúlan í Bremen. Á einum borði í ganginum liggur tað nýggjasta nummarið av blaðnum Die Zeit.
Ulrike Marie Hille
Okkara vertur eitur Ulrike Marie Hille og er týskur yrkjari. Hennara fyrsta yrkingasavn, Möglichkeiten des Wiedersehens (Møguleikar fyri at síggjast aftur) kom út í 1984. Eitt av hennara seinnu søvnum hevur heitið Überlebensfluglied (Lívsflogsangur) og kom út í 2003. Men umframt at vera skald hevur Ulrike Marie Hille tey seinastu tjúgu árini havt ein yrkjaraverkstað, eitt slag av bókmentaligum skúla, í húsum sínum í Bremen.
Hille hevur ta grundáskoðan, at bókmentir eru ikki bara ein fagurfrøðilig listagrein, men at tekstir, bæði í bundnum og óbundnum máli, hava funktionellan týdning, kunnu grøða, kunnu skapa linna hjá menniskjum, sum eru nívd av kreppu ella strongd. Hennara virki sum undirvísari er grundað á tríggjar høvuðssúlur. Hon leggur seg eftir at læra av gomlum mentanum og kunna seg við teirra sagnir, dansir og kvæðir. Í øðrum lagi leggur hon seg eftir at flætta dans, rørslu og stev inn í sína undirvísing, sambært teirri hugsan, at rørsla bæði kann rína við skaldskapin og grøða sálina. Í triðja lagi brúkar hon í sínum virki innlit og royndir frá nútíðar sálarfrøði, kanska serliga frá Jung og gestalt-sálarfrøðini.
Salongmentanin
Men Ulrike Marie Hille hevur eisini annað at borðreiða við. Í húsum sínum í Bremen hevur hon nevniliga eina ferð um mánan bókmentaliga salong. Hon er ein av fleiri kvinnum í Týsklandi, sum tey seinastu árini hevur tikið henda gamla mátan at vekja áhuga fyri bókmentum uppaftur.
Salongmentanin varð til í Fraklandi longu í seinnu helvt av 16. øld. Men ikki fyrr enn trúarkríggini millum protestantar og katolikkar vóru av, og París í fyrru helvt av 17. øld gjørdist politiskur og andaligur miðdepil í Fraklandi, fór salongin rættiliga at blóma. Tað bleiv siður millum fólk úr yvirstættini ella tí hægra borgaraskapinum at hittast, vanliga í tí rúmliga og stásiliga sovikamarinum hjá onkrari fínari frúgv ella í einum slotti, sum var innrættað við fleiri, smáum salum. Í songini sat so vertindan í stásiligum búna, á stólum rundanum sótu gestirnir. Fólk skiftu orð um bókmentir ella lýddu á upplestur ella sjónleik. Dømi um kendar salongfrýr eru Marquise de Rambouillet, Comtesse de la Fayette og Madelaine de Scudéry.
Tann franska salongmentanin varð til nakað um somu tíð sum kaffistovurnar breiddu seg í London og menn fóru at geva dagbløð og tíðarrit út. Ivaleyst var henda nýggja mentanin eitt úrslit av, at tann rísandi borgaraskapurin hevði tørv á upplýsing, vitan og orðaskifti, einum almenni.
Men fyrst og fremst sigur henda mentan okkum, at kvinnan vildi koma til orðanna. Tað er ikki av tilvild, at Marie de Gournay longu í 1622 gav út bókina L´Egalité des hommes et des femmes (javnaður millum mann og kvinnu). Salongdamurnar vórðu róptar les précieuses (tær forfínaðu), tí tær sóu tað sum sína uppgávu at edla málið, fáa tað at sampakka við hugmyndina av høviskum kærleika og javnaði millum kynini. Molière og Holberg hildu hesar kvinnur fyri gjøldur, men veruleikin er helst, at salongmentanin var við til at menna, mýkja og hækka franskt mentanarmál.
Salongmentanin helt sær leingi og fekk skiftandi dám av broyttum tíðum. Í 18. øld varð hon dyrkað í rokoko-umhvørvi, millum veggjatjøld við snyrlandi blómumotivum. Kendar týskar salongfrýr eru, frá tí romantisku tíðini, Caroline Schlegel, sum hevði salong í Jena, og Rahel Varnhagen, sum hevði salong í Berlin. Salongin kom eisini til Norðurlond, og í Danmark eru serliga Friederike Brun og Kamma Rahbek kendar salongfrýr. Til fram ímóti 1900 hevði Madame de Caillavet eina gitna salong í París, har m.a. rithøvundurin Anatole France læt sítt gitna speisemi neistra.
Vín og tónleikur
Ulrike Marie Hille hevur hildið bókmentaliga salong í Bremen síðan 1995. Salongin er eina ferð um mánan, og tilsamans verða tíggju salongir hildnar um árið. Tiltakið byrjar við klavertónleiki, og innímillum er eisini tónleikur at hoyra. Gestirnir fáa vín, vatn og ein bita, meðan prátið gongur. Vanliga er eitt bókmentaligt verk til umrøðu hvørja ferð. Oftast eru skaldsøgur til umrøðu, men fimta hvørt verkið skal vera eitt yrkingasavn. Úrvalið verður lagt soleiðis til rættis, at verk skiftandi verða vald úr nútíð og klassiskum bókmentum.
Allir gestir kunnu sjálvsagt taka orðið, men salongfrúgvin stýrir orðaskiftinum og sær til, at ikki ein persónur tosar alla tíðina, ella at orðaskiftið villir seg burtur í tómt tos. Um eitt tiltak av hesum slag skal lukkast væl, ræður mest um, at atmosferan er løtt og mjúk, og at fólk føla seg vælkomin. Salongdaman skal strála út blíðskap, opinleika og lætt álvarsemi. Ikki verri, um hon megnar at stroya eitt dism av esprit í samrøðuna.
Í eini samrøðu við norðurtýskt útvarp upplýsir Hille, at fyrsta verkið, sum varð tikið upp í hennara salong, var bókin Anton Reiser frá seinast í 18. øld, eftir Karl Philipp Moritz, eitt verk, sum bæði er sjálvsævi- og menningarsøga. Aðrir høvundar, sum hava verið umrøddir, eru Thomas Mann, Heinrich von Kleist, Martin Walser og Paul Celan. Sum heild verða týsk verk vald, men hetta er ikki nøkur regla, og eitt nú hevur eisini Virginia Woolf verið frammi á salongini.
Eitt norðurlendskt verk, sum serliga hevur hugtikið bæði gestir og salongdamu, er skaldsøgan Livläkens besök (Lívlæknans vitjan) eftir svenska rithøvundin Per Olof Enquist. Hetta er, sum mongum lesara kunnugt, sorgarsøgan (í fiktivari borðreiðing) um tann glógvandi upplýsingarmannin Struense, sum saman við unnustu síni, tí donsku drotningini Carolinu Mathildu, fer til grundar millum smásintar, maktsjúkar danskar myrkursmenn árini 1769-72. Skaldsøgan er, heldur Hille, eitt av heilt fáum dømum um, at ein mannligur høvundur hevur megnað at lýsa eitt kvinnusinni á beinraknan hátt innanífrá.
Angistarlandið
Um Ulrike Marie Hille er annars at siga, at hon er fødd í Dresden í 1942. Hon var sostatt smágenta, tá ið Teir Sameindu við ræðuligum bumbuálopum sorlaðu tann gamla býin, men hon búði tá nakað uttan fyri miðbýin. Hon vaks upp í Slesvík-Holstein, har pápi hennara var lutherskur prestur. Hille las bókmentir og søgu á tí Lærda Háskúlanum í Göttingen. Í mong ár virkaði hon sum lærari. Hon fekk útbúgving sum poesi- og biblioterapeutur á Fritz-Perls-stovninum. Fritz Perl var, kundi eg lagt aftrat, ein undangongumaður í gestalt-sálarfrøðiligari viðgerð.
Tey trý yrkingasøvnini hjá Hille tykjast at mynda eina gongd frá stillstøðu, um leitan og fram at umskapan. Tað fyrsta savnið speglar aftur angist, skilnað, longsul og einsamalla norðurtýska natúr. Týðiligast stendur lýsingin av einum barndómi, har strong, luthersk puritanisma saman við eirindaleysari mannligari myndugleikadyrkan køva alt kvinnuligt, lívsgleði, frælsi, kynsliga trá. Í tí næsta savninum síggja vit ørnina fara á flog og spenna sínar veingir:
Tak títt angistarland
ber tað á veingjum
móti ljósinum
Dansa við dreygunum
í tínum urtagarði
svinga runt við teimum
í firvaldsklæðum
Tú hevur mangar hamir
ert drotning
flammandi dóttir
náttarblómari
ikki tegnur
í tínum landi
meðan veingir tínir loga
fevnir teg
dagsljósið
Tangonosferatu
Í tí triðja savninum hjá Hille, sum hevur heitið tangonosferatu, verður umskapanin fullførd. Heitið sipar bæði til tann gitna argentinska dansin og til filmin Nosferatu, sum týski leikstjórin F.W. Murnau gjørdi í 1922, við skaldsøguni Dracula eftir Bram Stoker sum fyrimynd. Vampýrurin eitur her Orlok greivi, og hansara hagi er nettupp býurin Bremen. Men tá ið blóðsúgvarin fer at dansa tango, hómast aftur grønar nálir. Tað hjálpir ikki at flýggja undan ósigrum, vónbrotum og skilnaði, ein noyðist at ogna sær mótburðin á lekjandi hátt. Í tí seinastu yrkingini í savninum verjir Hille áttaogtrýss-ættarliðið, sum hon sjálv er barn av:
Eingin tíð er burturspilt
so leingi roðin dagar yvir
tøkunum
og vit tevja dagin
órólig sum djór tíðliga á morni
Vit gistu hjá Ulrike Marie Hille í tveir dagar. Á fotomyndum í stovukrókinum, har okkara ból er reitt, síggja við skaldið í ymiskum umhvørvum og samanhangum, saman við einum marokkanskum sufisti í Svøríki, saman við fransiskanaranunnum í Schwarzwald, saman við kapucinaramunkum í Salzburg og saman við einum shamani í Cornwall.
Ein fyrrapart í sólskini hildu vit leiðina móti Lübeck, har Buddenbrook-húsið og Günter Grass-savnið, við høvundsins merkisverdu grotesku tekningum og kynstrugt myndaðu, yndisligu tango-figurum, bíðaðu. Áðrenn vit fóru, spákaðu vit oman at ánni Weser og fóru við ferjuni, sum hevur siglt her í 300 ár, yvir á eina oyggj í ánni. Eg læt meg úr og svam eina løtu móti tí flógva, harða áarstreyminum. Uppafturkomin helt eg meg, í roðanum á luftini, hóma farran av Terpsichore, dansins songdís. Hvør veit, kanska fer ein av hennara døtrum onkuntíð at lata eina bókmentaliga salong upp her í Føroyum. Vit atlantsku bókmentaligu dansarar munnu trongja til ein tango. Ella kanska báðar tveir.