SALT er eitt mentanarligt kraftlop!

Fríðálvur Jensen
----------

- og so fingu vit eisini eitt tekin um, hvussu mentanarliga fatanin og viljin er

Eg havi ikki førleikan at meta um, um verandi bygningur kann nýtast og hvørjar ábøtur skulu til, men eri ómetaliga fegin um tað avgerð politiski myndugleikin hevur tikið – eitt satt mentanarligt kraftlop!
Havi fylgt eitt sindur við í kjakinum, um tað yvirhøvur skal loysa seg at fara undir slíkt og um ein slík verkætlan hevur lív lagað – o.s.fr.
Jú, tað er ongin ivi um, sum eg havi ført fram í fleiri umførum, at tað politiskt og hugburðsliga verður skonkt einari slíkari og øðrum ætlunum vilja og pening, setir nakað á skrá og skapar lív og vónir – tað er tað mentanini tørvar!
Onkur hevur borið fram, at skal ein nú noyðast at ferðast alla longu leiðina suður í Suðuroynna fyri at taka lut og annað – er leiðin serliga long, tá ein nú kann fara við familjuna og øðrum fyri at njóta ta betri tænastuna, sum ein slíkur mentanardepil fer at bjóða?
Tað er í lagi, at vit seta kritiska eygað á tað, sum fer fram, men eitt kunnu vit væl semjast um, og tað er, at tað er brúk fyri júst hesum, at vit stimbra undir mentanina og geva henni góðar karmar – tað er tað, vit eru vitni til!
Fyri at endurtaka meg sjálvan, so er tað júst mentanin, sum stendur eftir, tá nógv annað fellur, so her er ongin ivi í mínum hugaheim, at politiski myndugleikin hevur torað at taka eina avgerð, sum fer at stimbra undir mentanina í Suðuroynni og okkum ØLLUM at frama!
Tað er IKKI brúk fyri døprum og tyngjandi útsagnum í slíkum, sum hesum, tí eg eri ikki í iva um, at her fer nakað gott og uppbyggjandi at síggjast – lat okkum fegnast um tað!
Sum eg havi ført fram fyrr, so er hetta økið tengt at, hvussu vit vilja stilla okkum mótvegis mentanini, og um tað nú er neyðugt við slíkum íløgum, men eg eri onga løtu í iva um, at ALLIR suðringar og onnur fegnast um, at nú fer okkurt at síggjast aftur – tað hevur sanniliga eisini týdning fyri trivnaðin og annað.
Tað er eisini fantastiskt at hoyra, at Klaksvíkar Kommuna ger nakað við mentanina í norðoyggjum.
Tónleika- og mentanarliga eri eg ómetaliga fegin og takksamur!