Saltangará er størst

At Runavíkar kommuna er vorðin størri í stødd, sæst eisini aftur í fólkatalinum

Tað er eisini vaksandi, soleiðis at tað í mars mánaði í ár búðu 3.681 fólk í teimum 14 bygdunum í kommununi. 

Hetta er ein øking uppá 40 fólk í mun til í fjør og ein øking uppá 50 síðani 2004, tá tað búðu 3.631 fólk her. 

Størsta bygdin í kommununi er Saltangará, har tað í mars mánaði í ár búðu 874 fólk, 654 á Skála, 475 í Runavík og 409 á Glyvrum.