Seinastu tíðina hevur tað í løtum verið rættiliga hált nógvastaðni kring landið, og her hevur verið svarthálka, tá samanrenningar hava verið í veðrinum sum gera, at vit fáa svarthálku.
Soleiðis var eisini í gjár, og nøkur ferðsluóhapp hava verið í hesum sambandi, sum vit fara at hoyra meira um á In.fo fyrrapartin.
Tá soleiðis er, plaga bilar hjá Landsverki at vera óførir at salta landsvegirnar, samstundis kommunur plaga at salta kommunalu vegirnar.
Eitt av vegastrekkjunum, sum í gjár var rættiliga hált, og sum framvegis er sera hált, er Selatraðarvegurin - úr vegnum heimanfyri Raktanga og norðureftir.
Hetta vegastrekkið er framvegis stongt eftir eitt óhapp á vegnum, og vegurin er framvegis stongdur, tí her hevur snøgt sagt ikki verið koyrandi.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at sjálvt ein vælskøddur saltbilur hjá Landsverki fór út av vegnum, og um verri vildi til, kundi førarin rættiliga komið í óføri.
- Vit fingu fráboðan um hendingina, sum fór fram beint norðanfyri Morskranes. Hóast saltbilurin bara koyrdi 10 kilometrar um tíman, so gleið hann út av í einum halli á vegnum.
Lagt verður aftrat, at bilurin fór út av og bóltaði runt. Bilførarin slapp sjálvur úr bilinum og endaði á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
- Bilførarin fekk bert smávegis snuddir, og eitt nú hevð hann fingið ilt í aðra hondina.
Løgreglan sigur í morgun, at Selatraðarvegurin er framvegis stongdur, tí tað er ikki ráðiigt at hava vegin opnan fyri ferðslu, tá enn ikki ein vælskøddur saltbilur megnar at halda sær á vegnum.
- Vegurin var so frystur, at sjálvt ikki saltið beit serliga væl á frostið á vegnum, leggur vaktleiðarin aftrat.