Saltfiskur, sól og sandur

Tá tú blandar hasi trý s’ini, so fært ein ómetaliga góðan cocktail, sum fá høvdu viljað verið fyriuttan

Júst í hesi løtu er tað stóra saltfiskatiltakið á skránni á sandinum í Gøtu. Í fjør royndi  tey at servera ókeypis føroyskan laks til festivalgestirnar. Hetta var ein so mikið stór succes, at tey hava valt at endurtaka tiltakið – hesa ferð bara við saltfiski.

Køirnar vóru langar at fáa fatur á hvítu flamingokoppunum við saltfiski og heimagjørdum eplamosi. Kokkar úr Hotel Føroyum hava staðið fyri matgerðini, og smakkaði fiskurin sera væl.

Tey høvdu gjørt eitt nógv burtur úr pynti eisini fyri at geva eina heildaruppliving. Við síðurnar av fiskaborðinum stóðu fiskakassar við heilum og óflektum fiski. Eisini hekk saltaður fiskur niður úr einum stativi.

Sólin bakar niður á gøtusand. Fleiri fólk eru úrlatin enn ílatin, og tað er ikki uttan orsøk. Hitin er næstan til at taka í, og alla staðni sær man fólk í góðum lag. Tey flestu hava flamingokoppin í einari hond og skeið í hinari, meðan tey eta saltfiskin frá Bacalao.

Tónar eru eisini byrjaðir koma av pallinum á sandinum. Tað eru Lover Lover, ið syngur og spælir.