Gongur alt sum ætlað, verður farið undir sjálvt arbeiðið at umbyggja saltsiluna á Drelnesi til mentanarhús í februar ella mars næsta ár.
Tað sigur Ólavur Rasmussen, sum hevur staðið á odda fyri verkætlanini at umskapa saltsiloina á Drelnesi til ein mentanardepil, við Dimmalætting í dag.
Danska stjórin hevur givið lyfti um at lata ætlanini 18 milliónir krónur, meðan Maersk Grunnurin og Føroya Løgting hava játta at lata hvør sínar 20 milliónir krónur.
- Vit hava lagt endaligu ætlanirnar, og sent tær til partarnar fyri tíggju døgum síðani. Vit meta at kunna halda bæði kostnaðar- og tíðarætlanina. Nú skulu vit bara hava pengarnar í grunnin so vit sleppa víðari. Um vit fáa hetta avgreitt rímiliga skjótt, fara vit at gera avtalurnar. Ráðgevarar skulu millum og annað setast, arbeiðið bjóðast ú tog kontraktir undirskrivast. Hetta skal helst verða avgreitt fyri jól, soleiðis at vit sleppa í gongd við í februar ella mars. Um hetta heldur, so skuldi arbeiðið verið komið á mál í 2013, sum vit alla tíðina hava ætlað, sigur Ólavur Rasmussen við Dimmalætting.