Sam fer á beding

Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini og Ternan ger farmatúrar.

Sam fer á beding 29. Oktober og til uml. 16. november. Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini og Ternan ger farmatúrar, skrivar ssl.fo.

 

 

Ferðaætlan fyri Kalsoyarleiðina og Nólsoyarleiðina frá  29. oktober og til 16. november: 

 

 

Kalsoyarleiðin:


Jósup“ siglir eftir galdandi ferðaætlan á leið 56.

 

 

Farmatúrar

 

 

M/F Ternan siglir farmatúr av Klaksvík kl. 11:00 og av Syðradali kl. 13:00  mánadagar og  fríggjadagar.

 


Farmatúrar verða sigldir hesar dagar:

Mánadag: 29/10, 5/11, 12/11.

Fríggjadag: 2/11, 9/11 og møguliga 16/11.

Broytt ferðaætlan fyri leið 506

Meðan Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini koyrir bussleiðin í Kalsoynni til og frá øllum túrum hjá Jósupi. 

 

 

Nólsoyarleiðin

 

 

Meðan M/F Ternan siglir farmatúrar í Kalsoy, røkir Jósup siglingina á Nólsoyarleiðini.

 

 

Mánadag 29/10, 5/11 og 12/11 siglir “Jósup” túrarnir av Tórshavn kl. 12:30 og úr Nólsoy kl. 13:00. Túrarnir av Havnini kl. 09:30 og úr Nólsoy kl.10:30 verða ikki sigldir fríggjadag 2/11, 9/11 og møguliga 16/11.