15. útgávan av nýggjárshálvmarathon var á skránni leygardagin. Tað var Roysnið, sum skipaði fyri rennikappingini, sum byrjaði á Funningsfjarðarvegnum og helt á teir áleið 21 kilometrarnar til keiina á Toftum.
Hóast ring veðurlíkindi, so vóru 63 rennarar við í kappingini. Opna bólkin hjá monnum vann Sam Vang, sum við tíðini 1.33.08 gjørdist góðan hálvan minutt frammanfyri Guttorm Sørensen, ið hevði Heina og Julian Gregersen í hølunum á sær.
Í opna bólkinum hjá kvinnum vann Karina Ottosen, sum eisini vann gull í triathlon á oyggjaleikunum á Jersey í summar. Hon vann við tíðini 1.36.56. Rigmor N. Arge fylgdi væl við og var einans 12 sekund aftanfyri hana. Birna Mohr Joensen gjørdist nummar trý.
Øll úrslit og tíðir frá rennikappingini eru at síggja á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya HER.